Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan fingið leikara og venjara

Jákup Ósá

Ionel Gheorghe skal venja Stjørnu liðið, meðan rumenska Anna Maria Ecaterinescu skal styrkja um liðið.

Kristoffur Ragnarsson er formaður í Stjørnuni og hann sigur, at Stjørnan í dag hevur gjørt tvær avtalur fyri komandi kappingarár.

– Vit hava sett Ionel Gheorghe sum venjara. Hann vandi okkara lið í 2011/12 og er tískil kendur í felagnum. Hann hevur so skaffað okkum Onnu Mariu Ecaterinescu, ið fyllir 30 ár í morgin og sum kann røkja bakkpláss og spæliskipara leiklutin. Styrkin hjá henni er at spæla strikuna. Afturat hesum kemur Raluca Ungureanu, ið er síðst í 20’unum, at royndarvenja og hon er ein málverji. Ionel hevur eisini víst á hana, so okkurt talar fyri, at hon fer at skriva undir seinni, sigur Kristoffur Ragnarsson.

Hann sigur, at Ema Bezanovic og Lovisa Lassen verða ikki við komandi ár, meðan okkurt annað ivamál er. Stjørnu hópurin hevur vant í eina tíð og Una Váðklett kemur at virka sum eitt slag av hjálparvenjara hjá rumenanum, sigur Kristoffur.