Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

YouTube sett aldursmark á video um grindadráp

John William Joensen

Tá grind legði beinini í Fuglafirði fyri kortum løgdu vit eitt video út á YouTube konto sum Norðlýsið eigur og sum vísti bátar sleipa deyðar hvalir eftir drápið.

Tá grind legði beinini í Fuglafirði fyri kortum løgdu vit eitt video út á YouTube konto sum Norðlýsið eigur og sum vísti bátar sleipa deyðar hvalir eftir drápið.

Nakrar viðmerkingar frá fólki búsitandi í Los Angeles komu til Video, men bráddliga tók YouTube video brotið av netinum og tá Norðlýsið mótmælti avgerðini broytti YouTube avgerð og legði video fílin aftur á neti, men við 16 ára aldursmarki. Hetta merkir at einans tey sum hava eina brúkara konto hjá YouTube kunnu síggja hetta video sum einans vísir bátar sleipa nakrar deyðar grindahvalir.