Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvslesandi til Fiskimálaráðið (føroyska samráðingartoymið)

Hannefíða Joensen

Nú føroyska samráðingartoymið er sett á stovn og skipað við sæti í Fiskimálaráðnum hava vit fingið ein bráðfeingis tørv á starvslesandi at hjálpa okkum við ymsum uppgávum í sambandi við samráðingarnar um norðhavssild og makrel.

Uppgávur

Sum starvslesandi fert tú til verka við uppgávum, ið eru knýttar at útbúgving tíni og tørvinum hjá samráðingartoyminum. Tú fært toymissamskipandi uppgávur, eitt nú at verða við til at samskipa fundir, samráðingar og sambandi við fjølmiðlar, eins og at verða við til at framleiða grundleggjandi skjøl til samráðingarnar og kunningartilfar til heimasíðu okkara.

Førleikar

Tú lesur á hægri lærustovni og tekur útbúgving innanfyri samfelagsvísindaliga økið ella útbúgving, ið er samsvarandi og hevur helst lokið útbúgving á bachelorstigi. Tú sýnir samstarvshuga, hjálpsemi, miðvísi og sjálvstøðugt verklag, eins og tú hevur stinnan føroyskan og enskan málkunnleika.

Setanartreytir

Starvsvenjingartíðin er eitt hálvt ár og kann lagast eftir tínum umstøðum. Størvini eru ólønt, men vit lata mánaðarligan stuðul til bústaðarútreiðslur, eins og til ber at søkja um ferðastuðul frá Studna. Vanliga ber eisini til at fáa útbúgvingarstuðul, umframt at samsýning verður latin eftir nøktandi starvsvenjing.

Umsóknir

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli og viðmælum til fisk@fisk.fo

Nú talan er um ein bráðfeingis tørv, er umsóknarfreistin sett til mánadagin 9. september 2013, og byrjar tú starvsvenjingina skjótast gjørliga eftir hetta.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Fiskimálaráðið á telefon +298 353030 ella beinleiðis til Herluf Sigvaldsson samráðingarleiðara á telefon +298 553249.