Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

UM KÁRATUNNILIN!

Hanus Vang

Ein sera stórur meiriluti av føroyingum er í móti at tveita pening fyri ein heilan SUÐURTUNNIL av landinum við at binda seg til CIP-harkaliðið.

Ein sera stórur meiriluti av føroyingum er í móti at tveita pening fyri ein heilan SUÐURTUNNIL av landinum við at binda seg til CIP-harkaliðið.

Hvat er at gera tá VANSTÝRISSAMGONGAN hevur samtykt alt framman undan?

Tá Kaj Leo og Jørgin ikki duga at telva “TAÐ STÓRA TAKI” ígjøgnum eitt helst nærum samt Løgting?

Nei teir egna við 150 “luftmiljónum”, líkasum fyri sikkurheitsskyld fyri at bróta niður allar demokratiskar grundreglur, og so í móti fólkaviljanum afturat!

Nú mugu vit bara vóna at Rættarnevndin ger tað sum ofta er gjørt: At málið ikki kemur úr aftur nevndini!

Tað er ein diplomatiskur háttur til at drepa geykaeggið.

Skilabetri er at gjalda eina miljón fyri Káralyftini enn tríggjar miljardir orsaka av eini ódemokratiskari løgtingslóg!

Tað verur jú val aftur!

Vónandi skjótt!

Hanus Vang

Harleywoodpaint