Jóannes Jakobsen metir, at TB má fáa stig í Klaksvík leygardagin, um teir skulu yvirliva í Effodeildini í ár.
Niðanfyri viðger FSF varpið við Tróndi Vatnhamar og Jóannes Jakobsen komandi umfar í Effodeildini. M.a. kemur Jóannes inná, at Páll Guðlaugsson helst ynskir at siga takk fyri seinast móti KÍ í dystinum leygardagin. Men samstundis heldur hann, at KÍ av álvara kemur undir trýst, um teir tapa hendan týdningarmikla dystin í Klaksvík.
Mynd: FSF




