Tað hendir ov lítið í býráðnum og ein avleiðing er at færri mál enn vanligt eru til viðgerar í nevndunum. Eg veit at fleiri mál liggja og bíða eftir støðutakan og tað er ikki nóg gott, sigur Gunvá við Keldu.
Tað hendir ov lítið í býráðnum og ein avleiðing er at færri mál enn vanligt eru til viðgerar í nevndunum. Eg veit at fleiri mál liggja og bíða eftir støðutakan og tað er ikki nóg gott, sigur Gunvá við Keldu.
Nú eru átta mánaðir skjótt farnir aftur um bak hjá nýggja býráðnum og fyrrverandi borgarstjórin, Gunvá við Keldu, sum í dag situr í minniluta í býráðnum er als ikki nøgd við arbeiðsinsatsin hjá nýggja býráðnum.
– Eg kann bara staðfesta at tað eru fá mál til viðgerar í nevndunum. Tá vit spyrja leiðsluna um hetta verður bara svara at enn verður arbeitt eftir fíggjarætlanini hjá undanfarna býráð og tí er alt lagt fæst. Men hetta svarið er ikki nøktandi, tí eg veit at tað liggja nógv mál sum undanfarna býráð arbeiddi við og hóast vit hava fingið ein nýggjan meiriluta, so eigur man at fáa hesi mál avgreidd á tann hátt at man tekur støðu til tey.
– Harafturat eru inntøkurnar hjá Klaksvíkar Býráð met høgar (Uml. 160 mió. Kr. í 2012) og tær seinastu framrokningarnar siga at higartil í ár eru góð hálv onnur millión krónur meira komin inn enn somu tíð í fjør. Tí átti rúm verið fyri at framt nøkur mál.
– Tað er sera positivt at býráði arbeiðir við at fremja mál, sum undanfarna býráð setti á skinnarar, so sum útbygging av svimjihøllini, bryggju niðanfyri Klaksvíkar Sleipistøð og nýtt røktarheim.
– Nú er hetta fyrsta ferðin eg siti í minniluta, men undanfarnu setu var eg ofta ákærd fyri ikki at kunna borgarar og minnilutan í býráðnum, men eg má siga sum er at støðan higartil er lítil kunning frá meirilutanum í býráðnum. Vit fáa einki at vita og eg havi bitið merki í at borgarar als ikki verða kunnaðir um hvat hetta býráðið ætlar og hvussu langt er komið við teimum ætlanum sum tey fráboðaðu tá tey skipaðu samgongu.
Umráðandi við dynamiskari leiðslu
Gunvá við Keldu heldur tað er umráðandi at ein so stór kommuna sum Klaksvík hevur eina leiðslu sum er til staðar.
– Man kann ikki røkja tvey størv í senn, men hetta hava vit í minnilutanum onga ávirka á, tí meirilutin í býráðnum hevur samtykt at so skal verða, sigur Gunvá við Keldu sum á seinasta býráðsvalinum fekk flest atkvøður.




