Páll Guðlaugsson sigur undan lagnu dystinum í Klaksvík leygarkvøldið, at hann ikki hevur sæð nakra framgongd hjá KÍ, síðani hann fór úr felagnum.
Leygardagin kl. 17.00 møtast KÍ og TB til eitt slag av lagnudysti í Klaksvík. KÍ liggur á 8. plássi og hava 5 stig niður til TB á 9.plássi. Samstundis er hetta dysturin, har fyrrverandi KÍ venjarin Páll Guðlaugsson á fyrsta sinni skal spæla móti KÍ eftir at samstarvið millum partarnar steðgaði í summar. 7 umfør eru eftir at spæla í Effodeildini, so dysturin hevur avgerandi týdning.
Les alla samrøðuna við Páll Guðlaugsson í blaðnum, ið fæst í sølubúðunum kring landið.




