Streymoyar Sjálvstýrisfelag tekur undir hesum umstøðum ikki undir við, at tunnilsmálið verður samtykt av løgtinginum á verandi grundarlag.
28. august 2013
Streymoyar Sjálvstýrisfelag tekur undir við øllum arbeiði at útbyggja samfelagið, eisini við støðugt at menna undirstøðukervið, so leingi sum hetta arbeiðið verður gjørt á skilagóðan og forsvarligan hátt, samfelagi og fólki at frama.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag tekur tað sum eina sjálvfylgju, at landsins kosnu gera teirra politiska arbeiði við tí fyri eyga, at fólk og samfelag fáa sum mest burturúr hesum arbeiði.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag harmast um ta gongd, sum hevur verið í málinum um tunnilin undir Skálafjørð og Tangafjørð.
Lógaruppskotið verður lagt fram, uttan at eitt avgerandi skjal er við. Her verður hugsað um sjálvan sáttmálan millum Innlendismálaráðið og CIP. Sambært frágreiðing frá aðalstjóranum í Innlendismálaráðnum, dagfest 28. august 2013, var sáttmálin endaliga orðaður 27. juni, og tí kundu einans smávegis broytingar gerast í lógaruppskotinum. Hetta bendir á, at Innlendismálaráðið hevur bundið føroyska samfelagið til ein sáttmála, sum einans fá kenna, og sum løgtingið ikki kann viðgera. Í evsta føri kann hesin sáttmáli verða galdandi í upp til 50 ár.
Ein og hvør uppraðfesting av trygdini av tunlinum, sum eftir ætlan verður ogn hjá CIP, frá 25. juni 2013 og 50 ár fram skal gjaldast av føroyska skattaborgaranum.
Nú kemur fram, at viðgerðin hjá løgdeildini í Innlendismálaráðnum, ið eisini er Løgmálaráð, sum er atfinningarsom mótvegis lógaruppskotinum, hevur verið duld fyri løgtinginum. Hetta er burtur av allari leið.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag undrast á, at løgtingið viðger eitt lógaruppskot, sum er so nógv merkt av óvissum og ivamálum.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag tekur undir hesum umstøðum ikki undir við, at tunnilsmálið verður samtykt av løgtinginum á verandi grundarlag.
Heilsan Streymoyar Sjálvstýrisfelag




