Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ansa eftir potensheilivági!

Danial Viðoy

Danska læknastýrið fyri heilivág heitir á menn um, at lata vera við at keypa tablettir á netinum, sum kunnu hjálpa kynsligum máttloysi. Hetta kann vera við at doyva ‘hann sjálvan’ fullkomiliga. Og tað støðuna vil eingin maður koma í.

Danska læknastýrið fyri heilivág heitir á menn um, at lata vera við at keypa tablettir á netinum, sum kunnu hjálpa kynsligum máttloysi. Hetta kann vera við at doyva ‘hann sjálvan’ fullkomiliga. Og tað støðuna vil eingin maður koma í.

Trupulleikar við at fáa ‘gamla’ upp at koma oftast av aldri, sjúku ella ósunnum lívsstíli við royking, alkoholi, vekttrupulleikum ella væntandi motión. – Tá er kanska brúk fyri hjálp til at fáa javnaldrin upp aftur at standa. Men læknar heita á menn um ikki at bíleggja slíkar tablettir á netinum!

Tann so kallaði Viagra-bollin er helst tann mest kenda tablettin. Hendan er eisini góðkend frá lækna og fyri at ogna sær slíka, krevst læknaváttan (resept). Í hesi tablett er eitt evni, ið verður kallað Sildenafil, sum er eitt góðkent evni millum læknar; tí tað er væl granskað.

Tað er eingin loyna at kynsligt máttloysi onkursvegna er eitt ‘tabu’, sum menn helst ikki vilja snakka um. Men læknar minna á, at hetta er ein trupulleiki, sum má hava læknaliga viðtalu. Tí læknin kann finna upprunan til trupulleikan og hjálpa tær har frá og har við geva tær rætta heilivágin.

Tað er bert loyvi at innflyta heilivág innanfyri EU-lond og EØS-lond (Noreg, Ísland og Lichtenstein). Í fjør vórðu skrásettir 8174 innfluttir pakkar við ólógligum heilivági í hesum londum. Av hesum var triðingurin heilivágur fyri kynsligt máttloysi.

Harleywoodpaint