Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar kommuna fingið -sigar- frá umboðsmanninum

Oliver Joensen

Umboðsmaðurin vil hava at Klaksvíkar Kommuna, saman við Mentamálaráðnum skjótast gjørligt finnur útvegir fyri flutningi av næmingum av Trøllanesi og Mikladali til undirvísingina í Klaksvík.

Álit um klagu um avgerð at leingja royndarverkætlanina fyri Mikladals skúla


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um avgerð hjá Klaksvíkar kommunu at leingja royndarverkætlanina fyri Mikladals skúla.
 
Umboðsmaðurin staðfesti, at Mikladals skúli ikki í løtuni kann metast at vera ein sjálvsstøðugur skúli við egnum skúlastýri, hóast skúlin ikki er niðurlagdur, umframt at ongin heimild var fyri at góðkenna eina royndar- og menningarskipan fyri skúlasamstarvið millum skúlan á Ziskatrøð og Mikladals skúla.
 
Umboðsmaðurin heitti tí á Klaksvíkar kommunu og Mentamálaráðið um skjótast gjørligt at fáa greiðu á viðurskiftunum viðvíkjandi skúlanum í Mikladali.
 
Samstundis heitti Umboðsmaðurin á Klaksvíkar kommunu um at finna eina nøktandi loysn fyri flutningi av næmingunum frá Trøllanesi og Mikladali til undirvísingina í Klaksvík. (J. nr. 201100092)