Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Amerikanarar skelkaðir

Danial Viðoy

Amerikanarar hava fingið boð um at eta minni, frá ikki minni enn Michelle Obama, konu forsætisráðharran Barrack. – Amerikanarir eta ov nógv, sigur Michelle Obama.

Amerikanarar hava fingið boð um at eta minni, frá ikki minni enn Michelle Obama, konu forsætisráðharran Barrack. – Amerikanarir eta ov nógv, sigur Michelle Obama.

Ja, teir eta alt ov nógv, sigur kona forsætisráðharran. Hesi boðini burdi komið frá øllum mammum í amerika, tí rættiliga nógv børn eru darvað av fiti. Hon, saman við nýggju fyritøkuni MyPlate, er farin at upplýsa amerikanarar um vandan við vánaligum matvanum.

Heldur ov lítið enn ov nógv

MyPlate meinar, at tað er betri fyri fólk at eta ov lítið enn ov nógv. Og tað er týdningarmikið at eta seg mettan av røttum mati, ikki av McDonalds, men m.a. við grønmeti, sum eigur at hava nógv pláss á tallerkinum.

Amerika veit ikki um grønmeti

Onkrar av útsagnunum kunnu tykjast eitt sindur ørkymlandi, tí m.a. sigur MyPlate, saman við Michelle Obama:

– Boðini um at eta grønmeti, kundu tað sama verið eini boð frá gongustjørnuni Mars, tí fleiri vita so at siga einki um grønmeti, men búffar og pommes frittes vita tey nógv um!

Tað hevur verið gjørt alt ov lítið við upplýsing um heilsu og serliga mat í Amerika seinastu árini; tí skelkar hetta summar amerikanarar, ið bert eru vanir við stóra menu í McDonalds.

Kelda: www.economist.com