Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-TB: Upptakt

Jákup Ósá

Í dag verður ein sera avgerandi dystur í stríðnum um niðurflyting, tá KÍ og TB bresta saman í Klaksvík.

5 stig skilja liðini og skal TB gera sær vónir um at vera verandi í deildini, so kann liðið ikki tapa í dag. Hjá KÍ kemur støðan eisini at síggja hættislig út, um liðið einki fær burturúr hesum botndystinum. Tí leikskráin hjá KÍ er alt annað enn løtt tað, ið eftir er av kappingarárinum.

Hjá KÍ er einasta ivamálið Hjalgrím Elttør, ið hevur drigist við ein skaða í vikuni. Fríggjakvøldið var ikki vist, um hann kundi vera við frá byrjan. Annars eru allir mans tøkir. Hjá TB eru somuleiðis allir mans tøkir, segði venjarin Páll Guðlaugsson við Norðlýsið fyrr í vikuni. Og júst Páll Guðlaugsson kemur uttan iva í brennidepilin í dag, nú hann vitjar liðið, ið hann vandi fyrr í ár. Kl. áleið 19 fæst so at vita, um hann og TB, ið ikki hevur vunnið í Klaksvík síðani 1987, fáa søta sigurin á KÍ, ið teir uttan iva fara at leggja nógv fyri at fáa.

Dysturin byrjar kl. 17.00 og dómari verur Petur Reinert.