Mánamorgunin bjóðaði Bústaðir og Klaksvíkar Býráð til ein kunnandi fund um eina stóra byggiverkætlan, sum Bústaðir stendur fyri í miðbýnum í Klaksvík.
Mánamorgunin bjóðaði Bústaðir og Klaksvíkar Býráð til ein kunnandi fund um eina stóra byggiverkætlan, sum Bústaðir stendur fyri í miðbýnum í Klaksvík.
Talan er um 30 íbúðir í ymiskum støddum við eini samlaðari búvídd á 2.700 m2. Eisini verða 1.100 m2 til handil og lætta vinnu í veghædd. Samlaði byggikostnaðurin er mettur til ein kostnað á 50 mill og skal byggingi byrja í 2014 – byggitíðin verður o.u. hálvtannað ár.
Fyri at skriva seg upp til íbúðirnar ber til at fara inn á http://www.bustadir.fo
Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær í býráðshøllina at kunna seg vit henda møguleika. Teirra millum tvær damur, sum vóru rættiliga vísar í síni søk: Eina slíka íbúð vilja vit hava! Onnur snakkaðu á somu bylgjulongd, so ikki kann sigast annað enn, at henda verkætlan hevur fingið góða móttøku frá fyrsta degi av.
Borgarstjórin bjóðaði vælkomin og segði frá tilgongdini og góða samstarvinum við Bústaðir um hesa verkætlan. Síðani gav hann orðið víðari til Andras Róin, stjóra í Bústaðir, sum greiddi frá verkætlanini, og at bert verður talan um leiguíbúðir, men at kostnaðurin enn ikki er ásettur, tí eingin útbjóðing hevur verið enn.
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, sum hevur verið við til at vinna hugskotskappingina um miðbýin, hevur tekna uppskotið til íbúðarbyggingina. Hann hevur saman við teknistovu síni fingið altjóða viðurkenning fyri líknandi hugskot; teirra millum Hørpuna í Íslandi.
Borgarstjórin, Jógvan Skorheim fegnast um, at teir lunnar, sum lagdir eru undir ein miðbý í Klaksvík fyri tíð síðan, nú koma til sín rætt og at miðbýurin fær eitt nýtt og spennandi umhvørvi við lívi í í miðbýnum. Fólk koma at búgva á fyrstu parkett eins og lætta handils- og tænastuvinnan fær eitt gylt høvi at búgva gott og sentralt.
Sama fegnast formaðurin í Byggi- og Býarskipanarnevndini, Kristian Eli Zachariassen um, og at henda ætlan er eisini í tráð við vakstrarkanningina, sum gjørd varð fyri nørkum árum síðan. Har varð lagt upp til meira fjøltáttaðar búmøguleikar í Klaksvík, og er tað júst tað henda spennandi byggiverkætlan leggur upp til – mitt í hjartanum í Klaksvík.




