Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pensjón Danmark vil framvegis fíggja Skálafjarðatunnilin

John William Joensen

Stjórin í Pensjón Danmark, Torben Möger Pedersen, sigur við Norðlýsið fyri løtu síðan at teir standa við tilboðið teir hava latið føroysku myndugleikunum og bíða eftir at politiska viðgerin er komin til eina niðurstøðu.

Stjórin í Pensjón Danmark, Torben Möger Pedersen, sigur við Norðlýsið fyri løtu síðan at teir standa við tilboðið teir hava latið føroysku myndugleikunum og bíða eftir at politiska viðgerin er komin til eina niðurstøðu.

Pressutalsmaðurin hjá Pensjón Danmar, Michael Carlsen, sigur at trýsti á almennu kassarnar er stórt í hesum døgum og tí er tað vorið alt meira vanligt at privat feløg gera íløgu í almenna undurstøðukervið.

– Slíkar íløgur sum vanliga skulu afturrindast yvir 30 ár passa sera væl til okkum pensjónsgrunnar og samstundis sleppa almennu kassarnir undan stórum íløgum. Í Danmark er hetta rættiliga vanligt og serliga Kommunurnar gera nógv brúk av hesum fíggingarmøguleikanum.

Sambært heimasíðuni hjá pensjónsfelagnum er alt meira vanligt at privatir grunnar gera íløgu í undirstøðikervið so sum brúgvar, vegir, havnir, skúlar og annað.

( LES MEIRA HER http://www.pension.dk/da/Om-PensionDanmark/Sadan-investerer-vi/Sammensatning/Stabile-alternativer/)

Vit bíðja eftir at politiska skipanin kemur til eina niðurstøðu

Stjórin í Pensjón Danmark, Torben Möger Pedersen, hevði ikki tað stóra at viðmerkja til støðuna í málinum um Skálafjarðartunnilin.

– Landsstýrið vendi sær til okkum fyri at finna eina loysn á at byggja og reka Eysturoyartunnilin.

– Eftir eina nærlagda meting av váðanum eftir teimum treytum sum landsstýrið setti avgjørdu vit saman við føroyska felagnum LÍV at senda landsstýrinum eitt uppskot um eina loysn. Tað er nú til politiska støðutakan og tískil er tað upp til landsstýrið at avgera um vit skullu fara víðari við verkætlanini ella ikki.