Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kroppurin Slatrar

Tíðindaskriv

Kroppurin hevur eitt minnið og minnist sorg, ferðsluóhapp, hjúnarskilna, yvirgang, happing og kynsligan ágang. Henryette Demant, kropsterapeutur, hevði í farnu viku 3 fyrilestar um kropstilvitan í fullsettum húsum. Nú kemur hon til Klaksvíkar.

Upplivingar, ið vit hava verði úti fyri fyrr ávirka okkum alt lívið , og kunnu forða okkum í at møta framtíðini við áliti og forvitni.

Hevur tú verið útsett fyri kynsligum ágangi sum barn, so vil kroppurin eisini altíð minnast tað, og tað setur síni spor, sjálvt um tú ikki vilt.

Lær at lurta eftir tínum kroppi og fá tín besta vin fyri lívið:
Henryette Demant fer at greiða frá, hvussu kroppurin minnist alt, sjálv tað, sum vit sjálvi hava gloymt. Hon fer eisini at greiða frá, um hvussu umráðandi tað er at lurta eftir sínum egna kroppi.

Fyrilestur verður hesu ferð í húsinum hjá Norðoya Kvinnufelag á Bøgøtu 3, Klaksvík.

Hósdag 5. Sep. kl. 19:30 til uml. kl. 22:00 – Tað er ókeypis atgongd til øll í hava áhuga.

Konsert

Henryetta Demant er eisini tónleikari og hevur júst verði í Studio Bloch og spæla sín egna tónleik inn.

Fríggjadagin 6. Sep kl. 21:00 spælur Henryetta tónleik í hugnaligu kaféini Archie’s Studio, Biskupstøðgøtu 9, Klaksvík.

Verjið Børnini