Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BØRNINI FLÝGGJA ÚR FÓLKASKÚLANUM

Dánial Viðoy

Danmark: Privatskúlarinir skara fram úr, vísa nýggj tøl. Tær mongu skúlasamanleggingarnar fáa foreldur at vraka fólkaskúlan.

Danmark: Privatskúlarinir skara fram úr, vísa nýggj tøl. Tær mongu skúlasamanleggingarnar fáa foreldur at vraka fólkaskúlan.

Nógvir nýggir privatskúlar hava seinastu árini stungið seg upp í Danmørk. Nýggi kommunalreformurin og effektiviseringin í kommununum hevur ført nógvar skúlasamanleggingar við sær.

Tendensurin heldur á í 2013 og 2014. Tað vísa tøl frá danska Undirvísingarmálaráðnum, sum enn ikki eru vorðin almenn, men sum danska Sunnudagsavísin hevur fingið innlit í.

26 privat- og frískúlar hava biðið Undirvísingarmálaráðið um, at sleppa at byrja við skúlaársbyrjan, og 30 nýggir hava boðað frá, at teir helst verða klárir til næstu skúlaársbyrjan. Við atliti til at summir privatskúlar kunnu gevast í ár, og at nakrir skúlar ikki náa at lata upp, svarar hetta tó til, at tað eru komnir 96 privatskúlar síðani kommunalreformurin kom í gildið í 2007.

Fólkaskúlin í trongum skóm

– Tað er ein eyðsýndur tendensur eftir kommunalreformin, at fleiri og fleiri foreldur heldur velja at koyra børn síni í privatskúla, heldur enn í fólkaskúlan, sigur kommunalgranskarin Roger Buch.

– Fólkaskúlin verður skúgvaður til viks orsakað av privatskúlunum, sum fyri fyrstu ferð eru vaksandi. Annars hevur talið á næmingum í privatskúlum í Danmark verið støðugt, men nú peikar tað beint uppeftir.

Roger Buch sammetir hesa støðuna við ein kommunalreform í 1970, tá ið fleiri “protest-skúlar” stungu seg upp.

Næmingar streyma til privaskúlarnar

Hóast samlaða talið av næmingum í grundskúlanum er nógv fallandi orsakað av smáum árgangum, er talið í privatskúlunum vaksið við 10.000 næmingum; upp á bert fýra ár. Hetta svarar til, at 15% av grundskúlanæmingunum nú ganga í privatskúlum.

– Vit eru sera tætt við einum pínumarki, heldur Niels Egelund, sum er professari í pedagokikki á Aarhus Universitet.

– Tá ið ein so stórur partur eru privatskúlanæmingar, avmarkar tað margfeldið í skúlanum, tí tað koma at mangla nakrir av teimum næmingunum, har foreldrini virkin fylgja barnanna skúlagangi. Tað er líkt til at hesi foreldrini velja privatskúlan fram um fólkaskúlan, og tað er synd fyri fólkaskúlan, sigur Niels Egelund. 

Foreldrini velja tann nærverandi skúlan 

Tað eru nógvar orsøkir fyri at foreldrini velja privatskúlan. Men í felagnum fyri danskar frískúlar meta tey, at tað eru skúlasamanleggingarnar, sum hava fingið foreldur yvir alt landið at lata upp nýggjar privatskúlar. 

– Foreldrini bíta ikki á agnið um fyrimunirnar við stórum eindum, og ei heldur ynskja tey at flyta børn síni hálvan tíma hvønn vegin við einum proppaðum bussi við nærum 1000 børnum. Foreldrini vilja hava ein nærverandi lítla skúla, siga tey í felagnum fyri danskar frískúlar. 

Undirvísingarmálaráðharrin vil hækka fakliga støðið 

Undirvísingarmálaráðharrin Christine Antorini (S) viðurkennir, at nøkur foreldur hava havt fyri neyðini at velja privatskúlan. Men hon metir eisini at skúlareformurin hjá stjórnini er eitt gott vápn upp á avbjóðingina. 

– Okkara mál er at styrkja fólkaskúlan, so at hann verður tað natúrliga fyrsta valið. Vit eru komin til sættis um eina breiða politiska avtalu um okkara framtíðar fólkaskúla, har denturin verður lagdur á eitt fakliga hægri støðið, samstundis sum trivnaður verður settur í hásæti. Hetta skal vera við til, at fólkaskúlin verður eitt enn meira lokkandi val, enn tað er í dag, endar hon við at siga. 

Kelda: Sunnudagsavísin