Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– BØRNINI STÓRTRÍVAST

Dánial Viðoy

Skúlaleiðarin Tone Høybye gavst í fólkaskúlanum til gagns fyri einum spildurnýggjum privatskúla

Skúlaleiðarin Tone Høybye gavst í fólkaskúlanum til gagns fyri einum spildurnýggjum privatskúla

Fyri einum mánað síðani var tað bert ein tóm mørk við landavegin í lítla býnum Jersie í Midtjyllandi. Nú er ein fyribils skúli bygdur, sum eitur Jersie Privatskúli, og liggur hann eitt hanagleiv við síðunar av lokala fólkaskúlanum.

Hesin lítli fólkaskúlin skal latast aftur, orsakað av skúlasamanleggingum. Hetta fekk eina rúgvu av foreldrum at arbeiða nátt og dag til tess at lata upp ein privatskúla. So stutt sum fyri eini viku síðani byrjaði skúlagongdin. Á ein ella annan hátt harmar tað skúlaleiðaran Tone Høybye, at tað yvirhøvur er neyðugt at lata upp privatskúlaar í kjalarvørrinum av teimum nógvu skúlasamanleggingunum.

Ta. nærverandi hvørvur

– Eg havi lagt 11 góð ár í fólkaskúlanum aftur um bak. Hetta var ein lang veitsla. Eg elski fólkaskúlan. Fyri flestu foreldrini, sum nú eiga næmingar í Jersie Privatskúla, var tað privatskúlin ikki eitt val, men tað var fólkaskúlan, ið tey føldu seg noyddan at velja frá. Orsøkin til frávalið var tann alt ov stóri skúlin, sum als ikki megnaði allar næmingarnar og hetta tóktist frástoytandi fyri børnini. Kommunalreformurin ger, at tað eru komnir nakrir nógv størri skúlar við eini sera tungari skipan, sigur fyrsti skúlaleiðarin í Jersie Privatskúla.

Hesin skúlin er meira vi.komandi

Verður hugsað um hvussu ovurstórur og kaldur fólkaskúlin er við at gerast, ganga privatskúlarnir beint í móti hesum rákinum. Tony Høybye og foreldraráðið hava lagt alla orku í, at privatskúlin skal gerast so viðkomandi sum møguligt. 70 næmingar eru júst byrjaðir á hesum skúla. Hetta gevur møguleikan at hava slíka undirvísing, ið hon gjarna vildi, varð pláss fyri í fólkaskúlanum.

– Í fólkaskúlanum er tað vorðið so analytiskt og bókligt. Men tað eru eisini menniskju, sum læra betri í gjøgnum tónleik, summi við hondunum og onnur í gjøgnum tøl. Her hoppa vit m.a. band, tá ið vit ramsa týskar bendingar. Og børnini strála, og ikki minst læra av tí.

Kelda: Sunnudagsavísin