Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kasakhstan fór við øllum

Jákup Ósá

Í einum tøttum dysti eydnaðist tað Kasakhstan at fara avstað við øllum.

Kasakhstan byrjaði annars betri og skapti onkrar stórar møguleikar og einu ferðina framdi væl upplagdi Gunnar Nielsen eina stórbjarging. Men nærmast burturúr ongum komu Føroyar á odda. Christian L. Holst spældi hegnisliga Fróða Benjaminsen leysan og hann smekkaði bóltin í málið við vinstra beininum. Hendan støðan helst sær hálvleikin út.

Í seinna hálvleiki fekk Kasakhstan eina dreymabyrjan og fekk beinanvegin javnað til 1-1 eftir brotsspark, sum ein ikki kundi siga var rætt ella skeivt útfrá sjónvarpsmyndunum, ið allan dystin vóru út av lagi illa framleiddar. Tá so góður tími var leiktur, kom Kasakhstan framum eftir eitt sera væl spælt kontraálop. Har var ivi sáddur, um talan var um rangstøðu. Seinastu løtuna reisti Føroyar seg aftur og setti seg á spælið seinastu løtuna. Men hóast spentar støður vóru, so eydnaðist ikki at fáa nakað mál.

Sostatt vann Kasakhstan ein tepran 2-1 sigur í einum dysti, har Føroyar vóru væl við og har sum dómara avgerðir møguliga gjørdu tað enn truplari.