Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týskland vann 3-0

Jákup Ósá

Týskland vann 3-0 á Tórsvølli í kvøld.

Her ber til at streama U21 landsdystin millum Føroyar og Týskland.

Føroyska liðið byrjar soleiðis: Teitur M. Gestsson verður í málinum, og í verjuni verða Bárður Hansen, Andras Brixen Vágsheyg, Hørður Askham og Beinir Ellefsen. Á verjukenda miðvøllinum verða Rógvi Joensen og Bogi Reinert Petersen, og nakað frammanfyri teir verða Ari Ellingsgaard, Ivan Joensen og Gilli Sørensen.

Frammi í føroyska álopinum verður Gunnar Zachariassen.


Týska liðið byrjar soleiðis: Bernd Leno (málverji), Harvin Plattenhardt, Mattias Ginter, Shkrdran Mustafi, Leon Goretzka, Kevin Volland (liðskipari), Moritz Leitner, Erik Durm, Phillip Hofmann, Amin Younes og Øzkan Yildirim.


Týsland legði seg á odda í 7. minutti, tá Moritz Leitner bleiv leysur í høgru og setti bóltin trygt í málið.


2-0 til Týskland. Jonas Hofmann skoraði. Fult uppiborin leiðsla, sum kundi verið enn størri.

Dysturin endaði 3-0 til Týskland. Seinasta málið skoraði Leonardo Bittencourt.