Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Upplegg og innsatsur var í lagi

Jákup Ósá

Føroyski U21 málverjin Teitur M. Gestsson var ikki heilt nøgdur við úrslitið í kvøld, men kundi ikki seta fingurin á innsatsin og uppleggið hjá føroyska liðinum.

Føroyski U21 málverjin Teitur M. Gestsson var ikki heilt nøgdur við úrslitið í kvøld, men kundi ikki seta fingurin á innsatsin og uppleggið hjá føroyska liðinum.

Teitur M. Gestsson var í kvøld aftur í málinum hjá U21 landsliðinum eftir at hann seinastu tíðina hevur sitið á bonkinum á A-landsliðinum. Hann spældi eisini ein góðan dyst í kvøld og kundi einki gera við týsku málini. Hann helt eftir dystin, at tað var spell, at týskarar skuldi fáa 3 mál, men at hetta tó helst var munurin á liðinum báðum.

– Tað er ov nógv at tapa 3-0, tí tað er ikki eitt pent úrslit. 2-0 ella 1-0 hevði verið betri. Teir spæla ótrúliga væl og síggja næstan út til at hygga sær til tíðir, tá teir spæla runt. Vit stríðast og gera alt, sum vit kunnu. Upplegg og innsatsur er í lagi og hevði tað verið 2-0, so hevði tað sæð betri út, men 3-0 var nokk munurin á liðunum. Og so haldi eg, at hetta er kanska tað besta liðið, sum eg nakrantíð havi spælt ímóti, segði Teitur M. Gestsson eftir dystin.