Týskarar hava vent eyguni móti dystinum í Føroyum týskvøldið. Mesut Özil ávarar ímóti, at missa fokus.
Týskarar hava vent eyguni móti dystinum í Føroyum týskvøldið. Stóra Arsenal stjørnan ávarar ímóti, at missa fokus.
Heimasíðan hjá týska fótbóltssambandinum hevur havt prát við Mesut Özil í dag. Hann var nøgdur við 3-0 sigurin á Eysturríki fríggjakvøldið.
– Vit ynsktu at vísa, at tað týska landsliðið í dag er eitt tað besta landsliðið í heiminum. Vit høvdu nógvar mál møguleikar allan dystin og skoraðu uppá nakrar, so vit kunnu vera nøgdir, sigur hann.
Týskarar hava nú vent eyguni móti Føroyum, har dystur er á Tórsvølli týskvøldið. Mesut Özil kennir lítið til Føroyar.
– Vit skulu arbeiða við at hava fult fokus. Vit eru eitt av teimum bestu liðunum í heiminum og liðini vit møta vilja altíð prógvað nakað. Vit vita ikki nógv um Føroyar, men venjarin vil fyrireika okkum væl. Og um vit gera tað, sum krevst av okkum, so vinna vit sjálvandi dystin
Spurdur um flogbillettirnar til endaspælið í Brasil næsta summar longu kunnu bíleggjast, svarar Mesut Özil:
– Stig fyri stig. Vit spæla fyrst móti Føroyum og so fáa vit at síggja, hvussu stigatalvan sær út eftir tað, sigur Özil við DFB.
Mynd: EPA




