Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roysningurin á Skarðsvík í gjár

Oliver Joensen

Hann vitjaði í Svínoy 2. Februar í ár, og nú reikar hann aftur norðanfyri. Hann er nú eisini merktur fyri aðru ferð.

Tað er Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum, ið hevur fylgt ”føroyaferðini” hjá roysninginum.

Tað hevur verið áhugavert at fylgja hesum roysninginum, sigur Bjarni Mikkelsen, tí hann hevur ferðast nógv, og harafturat hevur sendari sitið sera leingi á honum. Í heilar 80 dagar, kundu vit fylgja roysninginum beinleiðis. Men so gavst sendarin at senda.

Nakað eftir at sendarin var givin at senda, sást roysningurin á Klaksvík, men síðani hvarv hann.

Fyri góðari viku síðani var hann aftur at síggja á Sørvágsfirði og í fjørðuni ímillum Bø og Sørvág, eysnaðist at seta nýggjan sendara á ”Sølva”. Sølvi hevur síðani ferðast norðanfyri, fyrst á Klaksvík, síðani í Svínoy og í gjár var hann sum sagt á Skarðsvík.

Bjarni Mikkelsen sigur, at Roysningurin sýntist ógvuliga móður tá hann bleiv merktur hesaferð og tað er helst tekin um at hann júst er komin aftur av íslandsferð ella onkrari aðrari langari ferð.

Nú vóna granskarar bara at sendarin fer at halda. Sendarin situr á rygginum uttaná skinninum og roknað verður við, at hann illa megnar at standa ímóti, um roysningurin leggur seg á ryggin, tí roysningurin er sjálvandi tungur at liggja undir.