Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maria Damanaki í Kringvarp Føroya

John William Joensen

Hósdagin var eitt sjónvarpslið hjá Kringvarpi Føroya í Brukselles og gjørdi samrøðu við ES kommiserin í fiskivinnumálum, Mariu Damanaki. Jan Lamhauge, sjournalistur í Kringvarpinum, sigur at hann fekk tað greiðu fatan at ES nú er til reiðar at seta tiltøk í verk móti Íslandi.

– ES komiserurin gav mær tað fatan at man í ES kommisjónini ikki er avvísandi yvir fyri føroysku krøvunum um størri kvotu, men at man ikki kann góðtaka føroyska og íslendska framferðarháttin.

– Í samrøðuni kemur hon fleiri ferðir við áheitan á Føroyar um at broyta kós. Eg haldi ikki at hetta málið fyllir nógv í ES, men innan fyri fiskivinnuøkið fyllur hetta málið sera nógv tí hetta verður rokna sum partur av stríðinum sum ES kommisjónin førir ímóti ovurfisking og útblaking, sigur Jan Lamhauge sum vantar at samrøðan verður send í sjónvarpinum hóskvøldið.