Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klettskarð gleðir seg til stóru avbjóðingina

Jákup Ósá

KÍ toppskjúttin sigur, at hann ikki hevur fingið nakra ábending um, at hann verður ein av teimum 3-4 nýggju leikarunum í uppstillingini.

Landsliðið hevði eina strævna ferð til Kasakhstan og hetta hevur sett síni spor, men nú eru føroysku leikararnir klárir til stóru uppgávuna. Einasta umboðið hjá KÍ á landsliðinum er Páll A. Klettskarð, sum saman við Leif Niclassen eisini er toppskjútti í Effodeildini. Hann sigur, at ferðin í Kasakhstan setti síni spor um vikuskiftið, men at leikararnir nú eru væl fyri aftur.

– 14-15 tímar áleið tók túrurin heim við øllum, so man var nakað troyttur, tá ein kom heim. Men vit fingu hvíld eftir tað og eru komnir fyri okkum aftur. Vit hava havt tvær venjingar og so hesa seinastu í dag, sigur Páll A. Klettskarð við Norðlýsið.


Kasakhstan dysturin

Hann heldur ikki, at úrslitið og keðiligu dómara avrikini í Kasakhstan fer at ávirka leikararnar

– Man hevði kanska fingið eitt sindur betri sjálvsálit, um vit vunnu ella fingu javnleik har niðri. Nú havi eg tosað við fleiri verjuleikarar, ið stóðu nær við og teir siga, at hatta var ikki rætt dømt. So eg haldi, at vit føldu okkum eitt sindur órættvíst dømdar. Men annars haldi eg ikki, at hasin dysturin ávirkar nakað til hendan Týsklands dystin, sigur Páll.

Hann var annars nøgdur við ta løtuna, ið hann fekk á vøllinum.

– Eg helt, at tað gekk ok. Eg fekk nakrar bóltar og burdi kanska skorað eitt mál. Eg fekk eitt innlegg og burdi havt skallað harðari ístaðin fyri bara at snitta bóltin, sigur KÍ toppskjúttin seinastu 2 árini.


Byrjar neyvan

Lars Olsen segði á tíðindafundi í dag, at hann fer at gera 2-3 broytingar umframt at nýggju maður skal inn fyri leikbannaða Jónas Tór Næs. Men Páll veit ikki, um hann verður ein av teimum nýggju monnunum á vøllinum frá byrjan.

– Tað veit eg ikki orduliga. Vit hava einki fingið at vita enn, og eg havi ikki fingið nakra ábending um, at eg skal byrja, sigur Páll.

Hann gleðir seg annars til dystin týskvøldið frammanfyri einum fullsettum Tórsvølli.

– Hetta er tað størsta, ið eg havi verið við til. Man roynir bara at hava tað stuttligt og taka tað sum eina uppliving og gera sítt besta. Teir koma at hava bóltin nógv. Tað vita vit. Men vit royna altíð at skapa eitt stuttligt úrslit. Málið er at halda nullið og so fáa vit at síggja, um tað eydnast, sigur Páll A. Klettskarð.

Harleywoodpaint