Oliver Bierhoff, “general manager” hjá Týsklandi, sigur, at týskarar fara at leypa á frá byrjan og vóna at fáa eitt skjótt mál. Hann er væl nøgdur við umstøðurnar.
Oliver Bierhoff, “general manager” hjá Týsklandi, sigur, at týskarar fara at leypa á frá byrjan og vóna at fáa eitt skjótt mál. Hann er væl nøgdur við umstøðurnar.
Oliver Bierhoff er “general manager” hjá Týska landsliðinum. Hetta er ein leiklutur, sum ger hann til eitt bindilið millum venjara, leikarar og fótbóltssambandið. Tey flestu kanna hann tó best sum leikara. Hann var ein av mest avgerandi leikarunum, tá Týskland seinast vann eitt stórt EM endaspæl. Tað var nemliga hann, ið avgjørdi EM finaluna á Wembley í 1996 við tveimum málum móti Kekkia. Eisini var hann valdur til ársins leikara í Týsklandi í 1998 og sama ár var hann toppskjútti í italsku Seriu A við 27 málum fyri Udinese. Nú hevur hann so ein av stóru leiklutunum uttanfyri vøllin hjá einum av favorittunum til HM næsta summar.
Nøgdur við umstøðurnar
Týskarar hava tosað nógv um veðrið og kunst grasvøllin í Føroyum í døgunum undan landsdystinum. Eftir fyrstu og einastu venjingina hjá Týsklandi á Tórsvølli í dag fekk Norðlýsið orðið á “general manageran” hjá Týsklandi. Sjálvur vandi tann nú 45 ára gamli Bierhoff við hinum leikarunum ein stóran part av venjingini.
– Okkara fyrsta fatan av hesum landinum er jalig. Hygg bara eftir veðrinum. Bláur himmal og sera vakurt. Tað er góður hýrur í hópinum og vøllurin er góður. So vit vóna at fáa ein góðan dyst í morgin. Eg havi ikki verið í Føroyum áður, men eg væntaði umleið hetta her. Vit eru nøgdir við umstøðurnar, sigur hann.
Hann sigur, at Týskland fer eftir at skora mál tíðliga.
– Vit vóna, at fáa eina góða byrjan uppá dystin, tí vit fara at leypa á frá byrjan og vóna at skora tíðliga og fáa 3 stig. Dystir eru altíð truplir, og nógv lið hava havt tað trupult her. Tit (Føroyar blaðm.) hava góðan moral og gott hjarta, men vit hava betri dygd og eiga at vinna, sigur Oliver Bierhoff.
Týskarar vænta meir enn bara 3 stig
Sjálvur kennir hann ikki stórvegis til føroyska liðið. Og hóast 1-0 er nokk, so staðfestir hann, at týskarar væntað meira enn bara ein sigur.
– Eg eri á “manager” síðuni, men venjararnir hava hugt eftir føroyska liðinum. Vit fara at spæla okkara spæl, sum vit gera móti øllum liðum. 1-0 er nokk, men týskarar vænta meira. Men vit mugu virða mótstøðuliðið og tað er altíð ein serlig atmosfera her. Vit vita, at vit hava meira at koyra uppá og eru góðir frameftir vøllinum, segði Oliver Bierhoff við Norðlýsið eftir venjingina hjá týska landsliðinum.




