Kærunevndin í Lendismálum var eirindaleys við Eysturkommunu og segði í endaligu niðurstøðu síni at eingin lógarheimild er ikki fyri nýbygda bátahylinum í Leirvík. Nú skal friðingarnevndin eisini taka støðu til málið – men longu nú er greitt at økið sum bátahylurin á Toftnesi í Leirvík er bygdur á er umfatað av friðingarlógini.
Kærunevndin í Lendismálum var eirindaleys við Eysturkommunu og segði í endaligu niðurstøðu síni at eingin lógarheimild er ikki fyri nýbygda bátahylinum í Leirvík. Nú skal friðingarnevndin eisini taka støðu til málið – men longu nú er greitt at økið sum bátahylurin á Toftnesi í Leirvík er bygdur á er umfatað av friðingarlógini.
Hóast tað er long tíð fráliðin síðan bátahylur og neyst vóru liðugt gjørd í Leirvík so er økið framvegis ikki matrikulera. Borgari í Leirvík sum kærdi byggingina fekk fult viðhald frá Lendiskærunevndini sum avgjørdi at ógildað byggiloyvi við tí grundgeving at byggingin av báthylinum og neystum var ikki heimilað í nakrari lóg
Kærunevndin í Lendismálum sigur í niðurstøðu síni at tað er ásett í býarskipanarlógini at uppfylt ella turrlagt sjóøki ….. skulu áðrenn hesi verða gjørd hava heimild í góðkendari byggisamtykt…..
… sum málið er lýst so er hendan uppfylling í Leirvík ikki ásett í byggisamtyktini fyri Leirvíkar Kommunu…… ikki sæst at nøkur broyting enn er gjørd…..
… Kærunevndi í lendismálum avgjørdi tí at broyta avgerðina hjá Eysturkommunu soleiðis at hetta byggiloyvi ikki hevur gildið. Avgerðin er grundað á at heimild er ikki í byggisamtyktini fyri Leirvík til byggiloysvi til hesa neystabyggingina…..
Tað var sum sagt Eysturkommuna sum játtaði byggiloyvið og Landsverk stóð fyri arbeiðinum.
Avgerðin hjá Kærunevndini er endalig og kann ikki kærast!
Vit fáa viðmerking frá borgarstjóranum í Eysturkommunu seinri í dag!
Les kæruna, verjuna og avgerðina niðanfyri (PDF)
Friðingar myndugleikar inn í málið
Málið er eisini kært til friðingarmyndugleikarnar og eftir at sýslumaðurin í Eysturoynni var mettur at verða innhabilur í málinum er málið endað hjá lokalu friðingarnevndini í Norðoyggjum, har Karl Jóhansen, sýslumaður, er formaður.
– Vit hava biði um viðmerkingar til málið frá pørtunum og tað tilfarið er komið okkum í hendi. Ætlanin er at nevndin skal viðgera málið einaferð í komandi viku og tá ein avgerð fyrliggur endar málið eins og onnur slík mál eisini hjá yvirfriðingarnevndini.
Sum Norðlýsið skilur hevur Eysturkommuna heldur ikki biðið um neyðug loyvi frá friðingarmyndugleikunum hóast økið er umfata av friðingarlógini. Tá vit spurdu Umhvørvisstovuna sum umsitur matrikulering varð vátta at hvørki bátahylur ei heldur tann nýggi Leirvíksvegurin er matrikuleraður.




