Vegna syndarligu arbeiðsvanlukkuna við fótbóltsvøllin á Argjum er dysturin í Effodeildini sunnudagin millum AB og HB úsettur.
Argja Bóltfelag sigur í kvøld, at dysturin sunnudagin er útsettur vegna syrgiligu vannlukkuna á Argjum í dag, har Reimar Djurhuus andaðist. Fleiri av leikarunum hjá hesum báðum liðunum stóðu Reimari nær og ynsktu tí at flyta dystin, ið væntandi verður spældur seinni í komandi viku, skrivar Argja Bóltfelag á heimasíðu sínari.




