Komandi ár byrjar EM undankappingin aftur. Og tað merkir, at landsliðsleikarar aftur fara at skaffa feløgunum stórar inntøkur.
Í fjør fingu føroysku liðini nógvar pengar fyri sínar landsliðsleikarar. Talan var um yvir 30.000 kr. fyri hvønn landsliðsleikara pr. dyst, ið var millum teir 18 leikararnar á dómaraseðlanum. Hetta bleiv útgoldið eftir, at EM endaspælið var av. Feløgini sum fingu stórar upphæddir fegnaðust, meðan tað serliga kendist svárt fyri tey feløgini, ið høvdu uppalt leikararnar, men sum ongar pengar fingu, tí leikararnir høvdu skift feløg.
Nú koma pengarnir aftur
Felagsskapurin ECA við Karl-Heinz Rummenigge á odda fekk undan seinastu EM kapping eina avtalu við UEFA fyri EM kappingina, ið er galdandi fram til og við komandi EM endakapping í Fraklandi í 2016. Í Føroyum hava ymiskar røddir verið frammi um, at leisturin ikki verður tann sami aftur. Men sambært aðalskrivaranum hjá FSF, Virgar Hvidbro, so verður skipanin júst tann sama, og helst vera upphæddirnar størri.
– ECA gjørdi avtaluna fram til EM endaspælið í 2016 var av. Tað vera 8-10 EM undankappingardystir, sum byrja komandi ár og seinast góvu hesir yvir 30.000 kr. pr. dyst fyri hvønn landsliðsleikara. FSF fær álagt frá UEFA, at hesir pengarnir skulu gevast til feløgini, sum hava latið landsliðsleikarar. Annars vera upphæddirnar lætnar eftir, at EM endaspælið í 2016 er spælt. Hvussu stórar tær vera er tengt at, hvussu nógvar inntøkur EM kappingin gevur, og tað er ein longri søga. Men gongdin við øllum slíkum upphæddum frá UEFA hevur verið, at tølini vaksa. So mest sannlíkt koma upphæddirnar at vaksa heldur enn øvugt, men hetta er sjálvsagt ringt at siga nakað um longu nú, sigur Virgar Hvidbro við Norðlýsið.
Kapping um landsliðsleikarar
Sostatt kann hugsast, at føroysku landsliðsleikararnir og teir sum banka uppá til landsliðshópin, ið ikki hava sáttmála fyri komandi ár, standa við góðum kortum til sáttmála samráðingarnar. Ein landsliðsleikari, ið verður á dómaraseðlanum í t.d. 10 undankappingardystir, fer at geva felagnum minst 300.000 kr. fyri 2014 og 2015, um upphæddirnar vera áleið tær somu sum til seinastu EM undankapping. Men sum aðalskrivarin í FSF sigur omanfyri, so er mest sannlíkt, at hesar upphæddirnar fara at vaksa.




