Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barando vann fiskikappingina hjá felagnum Dragin ídag

Oliver Joensen

Veðrið var av tí allar fagrasta og hartil var sera nógvur stórur og góður fiskur at fáa í fjørðinum ídag.

Nr. 1 í kappingini hjá Draganum gjørdist Barando við teimum báðum Jón Erik Frederiksberg og Mikkjali Paula Lamhauge. Teir fingu heili 299,7 kilo. Umframt steyp og ferðasteyp, fingu teir eisini eitt gávukort á 3000 krónur frá Effo.

Nr. 2 gjørdist Neshamar við Elmar Simonsen og Ditlev Lydersen, veiðan hjá teimum vá 199,8 kilo, teir fingu steyp og gávukort á 2000 krónur fra Berglon.

Nr 3 gjørdist Alfa Pilot við Hans Arthur Leivsgarð, Ólavi Hansen og Petur Andreasen, veiðan hjá teimum vá 205,7 kg.

Vinnararnir vera funnir eftir hvussu nógv fiskað er pr. mann.

Størsta fiskin ídag fekk Petur Andreasen.

Hans Eli Hansen sigur, at 12 bátar luttóku í kappingini og at avreidd vóru góð 3000 pund av sera góðum og stórum toski. Eg havi ongantíð øll tey ár Dragin hevur skipa fyri fiskikappingini, sæð so javnt stóran fisk sum í hesi kappingini í ár. Nøgdin var eisini framúr góð, sigur hann at enda.