Í dag fekk tann fimti 16 ára gamli leikarin í ár sínar fyrstu minuttir í Effodeildini.
Í Onglandi kalla tey tað “wonderkid”, tá talan er um framúr talentir, ið sum oftast fáa møguleikan í bestu deildini nakað áðrenn sínar javnaldrar. Í Føroyum er tað ikki so vanligt, at 16 ára gamlir leikarar – við aldri at spæla í U16 deildini (fyrr: dreinjadeildin) – sleppa framat í bestu deildini, men nøkur dømir eru tó nærum á hvørjum ári. Kanska serliga seinastu umførini í kappingarárinum, tá lið ikki hava so nógv at spæla fyri. 16 ár er eisini aldursmarkið fyri at spæla vaksnamanna fótbólt. Í ár hava tó nakrir fingið møguleikan tíðliga í kappingini, har liðini hava havt nógv at spælt fyri.
Niðanfyri ein stutt kunning um teir fimm leikararnir, ið hava fingið sínar fyrstu minuttir í Effodeildini í ár og sum fólk uttan iva fara at hoyra nógv meira um komandi árini.
Bartal Wardum (HB)
Er sentralur miðvalla leikari. Var stóri leikarin í U16 steypafinaluni fyrr í ár og er komin á vøllin tvær ferðir hjá oddaliðinum HB, sum annars hevur nógv fólk at taka av. Var partur av U17 landsliðinum í summar.
Høgni E. Nielsen (07Vestur)
Er 16 ára gamal miðvallaleikari og er yngsti leikari, ið nakrantíð hevur umboðað 07Vestur. Hann er komin á vøllin í trimum landskappingardystum í Effodeildini. Er beiggi Rógva E. Nielsen hjá EB/Streymi og var partur av U17 landsliðinum í summar.
Betuel Hansen (NSÍ)
16 ára gamal sentralur miðvalla leikari hjá NSÍ, men sum í summar fór til Silkeborg í Danmark at spæla. Kom inn í trimum dystum hjá NSÍ fyrr í ár í Effodeildini.
Meinhard E. Olsen (NSÍ)
16 ára gamal álopsleikari, ið er komin á vøllin 4 ferðir í ár. Var nær við at skora í sínum fyrsta dysti í Effodeildini i Klaksvík í 11. umfari. Var partur av U17 landsliðinum í summar.
Rói Olsen (EB/Streymur)
16 ára gamal sentralur miðvallaleikari, sum fekk sínar fyrstu minuttir móti ÍF í 22.umfarinum. Er beiggi Bárður Olsen hjá HB og var partur av U17 landsliðinum í summar.
Myndin er av U17 landsliðinum í summar, har allir hesir áðurnevndu leikararnir byrjaðu inni í dysti móti Noregi, sum Noregi vann 2-0.
Mynd: Johnny Lamhauge




