Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftirmetingarfundur um vitjanirnar av ferðafólkaskipum í Klaksvík

Tíðindaskriv

Aftur í ár gjørdist innrásin av ferðafólkaskipum í Klaksvík stór, og nú heystið er komið, verður boðið inn til eftirmetingarfund.

Aftur í ár gjørdist innrásin av ferðafólkaskipum í Klaksvík stór, og nú heystið er komið, verður boðið inn til eftirmetingarfund.

Fundurin er ætlaður til at umrøða tey ymisku viðurskiftini, avbjóðingarnar og teir møguleikar, sum hesar vitjanir hava havt við sær.

Ferðafólkini koma í prát við rættuliga nógv ymisk og tí ynskja vit fegin, at so nógv sum møguligt møta til eftirmetingarfundin. Tað er alt frá teimum, ið bjóða seg fram við heimavirkaðum vørum, hýruvognsførarar, teimum, ið skipa fyri útferðum, ferðaleiðarar, vegleiðarar og handilsfólk.

Fundurin verður í Archie’s týskvøldið 17. septembur kl 18.00.

Skráin er soleiðis:

Vælkomin

Yvirlit yvir vitjanirnar

Eftirmeting

Tilboð frá Klaksvíkar kvøld- og ungdómsskúla

Vitjanir í 2014

Liðugt umleið 19.15

Ferðavinnusamskiparin og Kunnigarstovan