Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

IRF byggir móttøkupláss fyri eldri akfør á Bumshamri

Oliver Joensen

Tað verður lættari hjá norðoyingum og eysturoyingum at sleppa av við eldri akfør í komandi framtíð. Ætlanin er at byggja eitt móttøkupláss úti á Bumshamri, norðanfyri verkstaðarbygningin hjá Elmar Zachariassen, ið IRF frammanundan leigar til verkstað. Plássið fer at lúka øll umhvørviskrøv og krøv annars frá Klaksvíkar Kommunu. Eigarar fáa 4000 kr. fyri at lata akfarið inn á plássinum. Bilarnir verða so beindir víðari til móttøkuna á Hjalla, har bilarnir verða avmonteraðir sambært galdandi umhvørvisforskriftum.

Móttøkuplássið fer at hava eina høga girðing rundanum, soleiðis tað ikki fer at skemma umhvørvið rundanum.

Í Klaksvíkar Kommunu hava verið ávísir trupulleikar av, at eldri bilar órógva. Hetta átakið fer vónandi at viðvirka til, at vit fara at síggja minni til hendan trupulleikan.

Kristian Eli Zachariasen,

nevndarlimur í IRF og formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndini