Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypakappingin í hondbólti fær nýggjan form

Jákup Ósá

Hetta komandi kappingarárið fer steypakappingin í hondbólti at royna heilt nýggjan leist.

Hetta komandi kappingarárið fer steypakappingin í hondbólti at royna heilt nýggjan leist.

Ári Rouch, samskipari hjá HSF, sigur, at seinasta hond verður løgd á steypakappingina í hesum døgum. Men leisturin er lagdur. Talan verður um at skipa steypakappingina í bólkaspæl og at spæla steypakappingina út í eitt millum fyrru og seinnu hálvu í landskappingini. Sami leistur verur fyri bæði kvinnu- og manskappingina.

– Tað mesta er komið uppá pláss og feløgini samdust um á tveimum limafundum í summar at royna nakað nýtt við steypakappingini. Endamálið er at lyfta hana longur við nýggjum íblástri og samstundis at geva eina eyka gularót til fyrru hálvu í landskappingini. Landskappingin kemur at koyra sum vanligt fram til jólar og síðani vera tvey umfør afturat í januar. Men 18. januar byrjar so bólkaspæl í steypakappingini, har tað væntandi vera 4 lið í hvørjum bólki. Hesi spæla so móti hvørjum øðrum í trý vikuskiftir á rað áðrenn sjálva steypafinaluna, ið verður vikuskiftið beint eftir hetta. Enn er ikki heilt avgjørt, um vinnararnir frá bólkaspælinum fara beinleiðis í finaluna ella um ein hálvfinala kemur at liggja ímillum har, sigur Ári Rouch við Norðlýsið.

Hann sigur, at liðini vera styrkismett undan bólkaspælinum útfrá fyrru hálvu í landskappingini.

– Liðini vera styrkismett undan bólkaspælinum alt eftir, hvussu tey hava staðið seg í landskappingini í fyrru hálvu. Eisini liggur í kortunum, at tey bestu fáa fyrimun av, at hava tveir heimadystir og ein útidyst. Hetta skal so vera ein eyka gularót til fyrru hálvu í landskappingini, sigur Ári Rouch.

Hann sigur, at væntandi vera innleiðandi dystir fyri liðini, ið ikki spæla í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum, um at sleppa í bólkaspælið. Skráin fyri landskappingina kemur væntandi út seinni í vikuni, sigur samskiparin.