Norska stjórnin skal brúka minst 85 milliónir norskar krónur til at hjálpa toskavinnuni.
Norska stjórnin skal brúka minst 85 milliónir norskar krónur til at hjálpa toskavinnuni.
– Vit noyðast at gera nakað sum bøtir um støðuna, og tað má gerast beinanvegin, sigur fráfarandi norski fiskivinnumálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, í samband við hjálparpakkan sum hon legði fram beint áðrenn valið.
Átakið kom neyvan so seint í valdystunum uttan eina ætlan um eisini at vinna veljarar, men hetta er samstundis ein roynd at bjarga eini vinnu, ið hevur fingið trupulleikar av at norsk toskakvotan er økt so nógv seinastu árini. Samstundis hevur fíggjarkreppan oyðilagt stórar marknaðir sum vanliga keypa nógvan norskan tosk, sum til dømis Grikkaland, Portugal og Spania.
Berg-Hansen sigur at hon við hesum átakinum ynskir at tryggja at toskavinnan kann framleiða betri góðsku og fær meir burturúr hvørjum kilo. Pengar skulu brúkast bæði til menning av nýggjum framleiðslum og til at marknaðarføra toskin.
Norska toskavinnan kundi fyri fáum árum síðani frøðast um at kvoturnar øktu, men skjótt sást at hetta ikki bara var ein fyrimunur. Útflutningsvirði er nærum tað sama í ár sum í fjør, hóast mongdin sum er útflutt er økt við 40 prosentum.
Tað sum er hent í teimum stóru toskamarknaðunum er at fólk eru farin at spara og hugsa um hvar tey fáa best burturúr. Serliga suðurevropeisku marknaðirnir eru raktir. Tað vísir seg at toskurin missir marknaðir bæði orsaka av fíggjarkreppuni og ikki minst tí aldur laksur gerst lættari at fáa hendur á. Og laksurin er meir brúkaravinarligur enn toskurin.
Uppskotið hjá fráfarandi norsku stjórnini inniheldur millum annað hesi uppskotini:
• 10 milliónir krónur til upplæring so góðskingini av fiskinum verður betri
• 21 milliónir skulu brúkat til at stuðla línuvinnuni. Línufiskurin hevur betri góðsku enn tað sum verður fiskað við gørnum, og hesin stuðulin skal fáa fleiri at gera meir við línuna.
• 6 milliónir skulu brúkast til at gera tað lættari hjá smærru bátunum at kunna selja fiskin har fiskimennirnir búgva.
• 30 milliónir skulu brúkast til marknaðarátøk. Av hesum skulu 15 milliónir brúkast gjøgnum Norges sjømatråd, ið hevur eina uppgávu, og tað er at fáa fleiri til at eta fisk, norskan fisk, bæði í Noregi men ikki minst úti í heimi. Noregs Sjømatråd hevur umboð í øllum teimum stóru marknaðunum, og hesi skulu saman við vinnuni finna marknaðir og selja norska fiskin á hesum marknaðunum. Hin helvtin av hesum 30 milliónunum skal brúkast gjøgnum Mattilsynet (heilsufrøðiliga starvsstovan hjá norðmonnum). Mattilsynet skal eisini hjálpa til við at fáa fiskin inn á nýggjar marknaðir.
• 10 milliónir skulu brúkast til gransking av handfaringini av fiskinum umborð, ogtil at finna loysnir so fiskurin kann takast livandi til lands.
• 8 milliónir skulu brúkast gjøgnum Innovasjon Norge til at menna tøkni og framleiðslur í toskavinnuni.
Harafturat vil Lisbeth Berg-Hansen geva minstu bátunum nærum fría atgongd til at fiska tað hesin parturin av flotanum megnar, fyri at tryggja at flakavirkir og onnur fiskavirkir á landi fáa nokk av rávøru.
Ætlanin er at 30 milliónir koma longu í ár, og síðani koma 55 milliónir afturat í 2014.
Tað er í løtuni ikki greitt hva tein nýggj stjórn í Noregi kemur at gera, men tað er stoltenberg-stjórnin sum leggur fram fíggjarætlanina fyri 2014 í oktober. Allarhelst vil ein borgarlig stjórn flyta pengar, men støðan er so mikið álvarslig at tey eisini hava sagt at okkurt munagott má gerast.
Serliga flakavirkir og onnur virkir sum taka ímóti fiski hava stórar trupulleikar orsaka av fallandi prísunum. Uppsøgnir og húsagangir hava seinastu mánaðirnar rakt fleiri smærri fiskivinnusamfeløg í Noregi. Sjálv sigur flakavirkisvinnan at útlitini eru myrk, og at neyðugt er at gera nakað munagott fyri at forða einum risaskrædli.




