Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kvøldskúli hevur spennandi skrá at bjóða

Hannefíða Joensen

Aftur í ár hevur Kvøldskúlin lagt eina fjølbroytta skrá til rættis, soleiðis at borgarar í Klaksvíkar kommunu kunnu hava eitt gott frítíðarundirvísingar tilboð. Onkur nýggj skeið eru eisini í ár, og Kvøldskúlin fær nú eisini sína egnu heimasíðu.

Aftur í ár hevur Kvøldskúlin lagt eina fjølbroytta skrá til rættis, soleiðis at borgarar í Klaksvíkar kommunu kunnu hava eitt gott frítíðarundirvísingar tilboð. Onkur nýggj skeið eru eisini í ár, og Kvøldskúlin fær nú eisini sína egnu heimasíðu.

Vit hava hitt Erik Biskopstø, leiðara fyri Klaksvíkar kvøldskúla fyri at frætta meira um skránna og virksemi sum heils hjá Kvøldskúlanum, nú eitt nýtt kvøldskúlaár stendur fri framman.

Vit hava nú 55 skeið, sum fara í gongd í vetur, og okkurt er byrjað. Eftir jól kemur so ein nýggj lýsing við ymiskum várskeiðum t.d. Urtagarðsskeiði. Í fjør høvdu vit útvið 1100 næmingar í frítíðarundirvísingini, so vit eru sera fegin um stóru undirtøkuna.

-Fínari matgerð fyri menn hevur havt góða undirtøku, síðani vit byrjaðu við tí, og í ár fáa kvinnurnar eisini møguleika at læra “Fínari matgerð”, og tað er stórur áhugi, tí skeiðið var at kalla fult beinanvegin. Tað er William West, gourmetkokkur, sum kemur at leggja kvinnunum lag á at gera fínan mat, og tann undirvísingin fer fram í helst besta undirvísingarkøkinum í landinum, nemliga nýggja køkinum á Kokkaskúlanum, sum er sera væl egnaður til undirvísing.

Eisini fara vit í vetur at hava nøkur forkunnug filmskvøld, har gamlir smalfilmar verða vístir. Tað er Olivar J. Olsen, sum kemur at standa fyri tí. Hann eigur serliga útgerð til at dilgilda gamlar smalfilmar, og tað vera bæði filmar, sum hann hevur talgildað, sum verða vístir og vónandi koma eisini onkrir nýggir filmar undan kavi, sum luttakararnir eiga. Endamálið er at varpa ljós á søguliga dýrgripin, sum liggur í smalfilmum, og at fáa skrásett fólk og annað, sum er á gomlum smalfilmum. Magna Thomassen, sum eisini eigur spennandi smalfilmar, sum pápi hennara, Robert Joensen, upptók, verður eisini við til hetta skeiðið. Vónandi fær tað skeiðið góða undirtøku, og nógv spennandi og søguligt tilfar kemur fram.

Føroyskt bátasmíð er eitt útdoyggjandi handverk í Klaksvík, og fáir menn bjóða seg til at umvæla føroyska bátin í dag. Tí eri eg sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum, at fáa Janus Østerø, sum hevur umvælt føroyskar bátar í mong áratíggju at standa fyri einum skeiði í at umvæl føroyska bátin. Skeiðið hevur ein teoretiskan part, sum gongur fyri seg í einari skúlastovu og eina praktiskan part, sum gongur fyri seg norðuri á Grótrætt, har Janus plagar at umvæla bátar. Vónandi kann eitt slíkt skeið kveikja meira lív í serliga handverkið at smíðja og umvæla føroyskar bátar.

Nú fær Kvøldskúlin eisini sína egnu heimasíðu. Í dag er tað soleiðis, at er man ikki á netinum, so er man ikki til. Tí er tað sálvsagt, at ein so virkir og stórur skúli sum Kvøldskúlin hevur sína egna heimasíðu, har fólk kunnu fáa kunning alt árið um virksemi skúlans. Tað er jastrid Gullaksen frá Grafia, sum hevur gjørt nýggju heimasíðuna og nýggja búmerkið hjá Kvøldskúlanum.

Tvey tey seinastu árini hevur stóra framsýningin verið Dýra biðidag. Tað var eitt ynski frá lærarunum at fáa ein fastan dag at hava framsýningina, so man altíð visti tað og kundi fáa lutir inn. Sostatt kunnu fólk altíð vita, at Dýra biðidag er stóra framsýningin. Framsýningin er eisini savnað á einum staði, nemliga í snotuliga Ósáskúlanum, og har eru eisini møguleikar til at hava eina Café, og tað hevur riggað sera væl. Tað er skeiðið hjá Hannilenu Jacobsen “Heilsugóður kostur”, sum hevur tikið sær av Heilsucafé’ini.

Kvøldskúlin hevur havt vaksandi undirtøku seinastu árini, og tað fegnast vit um, sigur Erik Biskopstø, leiðari. Sjálvt um játtanin frá Mentamálaráðnum hevur verið minkandi seinastu árini, so hava vit megnað at varðveitt fjølbroytni og størri tal av skeiðum, tí vit leggja okkum eftir at fáa meira fyri pengarnar við at hava fleiri styttri skeið, og tað gevur eisini møguleika til at fáa fleiri næmingar og hervið fleiri næmingagjøld. Skipanin í frítíðarundirvísing er soleiðis, at MMR játtar ein part og kommunan játtar ein part. Møguligt yvirtrekk má so gjaldast av kommununi, men vit hava lagt okkum eftir at hildið játtanina frá kommununi. Men vit eru komin hartil nú, at vit eru um at náa einum marki fyri, hvussu nógv virksemi vit kunnu hava, og man roynir at hava ein sámuligan prís, soleiðis at øll skulu hava ráð til at luttaka í kvøldskúlanum.

Tað hevði verið ynskiligt at havt meira virksemi, men tað ber ikki til í løtuni. T.d. Hevur Klaksvíkar sjónleikarafelag spílað seg út við einum nýggjum dramalærara, men vit fáa tíverri ikki játtað fleiri tímar til Dramaskúlan enn vit vanliga gera, tí so mugu vit skerja okkurt annað. Eisini gjørdu vit eina lítla roynd við lektiucafé í fjør í Skúlanum á Ziskatrøð. Tað eydnaðist væl, og ynski er at halda fram og at víðka tilboðið til Ósáskúlan eisini, men tað er tíverri ikki pláss fyri tí í løtuni.

Vit takka Erik fyri samrøðuna og ynskja kvøldskúlanum blíðan byr.

Nýggja heimasíðan hjá Klaksvíkar Kvøldskúla www.kks.fo