Íbúgvar í Keypmannahavn vakna við kaldan dreym í morgun. Toran gongur í títtum millumbilum, tað er samregn og fyri lítlari løtu síðani slerdi eitt heglingsæl niður yvir býin. Tað er ikki brúk fyri vekjara at vakna í morgun.

Undirritaði vaknaði tíðliga í morgun av torusláttri. Ikki tað, hesin hevur hoyrt torusláttur fyrr, men ikki so ógvusligt sum í morgun. Tað eru ikki fleiri enn tveir minuttir í millum hvønn sláttur. Hetta hevur varðað síðani hesin vaknaði fyri tveimum tímum síðani.
Tað kann væl vera at hesin nýggi útisetin í Keypmannahavn bert ikki er vanur við slíkt, men hann torir at siga, at talan er um ógvusligan torusláttur og sera nógv avfall.
Sum altíð er Norðlýsið á staðnum. Livandi myndir við ljóði eru at síggja niðanfyri: