Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lendiskanningar til svimjihøllina

Dávur Winther

Maskin hjá NH Beton setti í morgun kjaftin í fyri betur at vita hvussu lendið er og hvussu annars skal fara til verka. Í næstum verður sett full kraft á og í eini sjey mánaðir verður svimjihøllin í Klaksvík stongd vegna spennandi og mennandi umvælingar av m.ø. umklæðingardeildini.

Seinastu árini hevur Klaksvíkar Kommuna stigvíst umvælt og nýgjørt Klaksvíkar Svimjihøll við eitt nú skreiðibreyt, heittvatnsumhvørvi og heilsuklivum, o.ø. so hon er blivin nakað av tí mest áhugaverda og spennandi, sum Klaksvík hevur at bjóða.

So um ikki so drúgva tíð letur svimjihøllin upp aftur við nýmótans umklæðingardeild har onnur tilboð eisini verða veitt í einum enn meira áhugaverdur og spennandi baðilandi.

Tíðarætlanin fyri at gera alla umvælingardeildina av nýggjum er mett til 7 mánaðar. Byrjar arbeiðið tíðliga í oktober mánað, so kunnu vit rokna við at lata upp eina enn meira innbjóðandi Svimjihøll í Klaksvík um hálvan mei komandi ár.

Harleyfacadeacryl