Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðfra fingið nýggjar eigarar

Norðfrá

Saman við lutvís gomlu eigarunum hevur Norðfra nú fingið nýggar eigarar og leiðslu, verður sagt í tíðindaskrivið í morgun

Norðfra, sum er framleiðari av ymiskum fiskavørum er eftir umleggingar ídag ein góður og tryggur veitari av føroyskum dygdarvørum burturúr fiski.

Tað er ein støðug menning, sum hevur viðført at Norðfra er best kenda og dámda brandi innan fiskarvørur herheima.

Saman við lutvís gomlu eigarunum hevur Norðfra nú fingið nýggar eigarar og leiðslu.

Tann menning, sum er farin fram, alt frá at framleiða ymsar fiskaúrdráttir og teir karmar sum ídag eru rundanum framleiðsluna í Norðdepli ger, at felagið hevur eina serliga spennandi framtíð.

Fiskur er sunnur og er ein nátturligur partur av matarskránni hjá øllum føroyingum. Fólk hava verri stundir at matgera og tí er umráðandi, at tilber at fáa dygdar fiskarvørur til keyps úti um landi, framleitt av Norðfra.

Okkara hugsjón og virkisgrundarlag er at framleiða og selja eitt breitt úrval av siðbundnum føroyskum fiskarvørum so sum frikadellir, beinfrítt flak, knettir, ræstan fisk og harumframt at bjóða ymiskar aðrar spennandi fiskaúrdráttir.

Norðfra kemur framyvir at menna hetta koncepti, ikki bert til føroyska marknaðin, men eisini uttanfyri landoddarnar.

Tilber at lesa meira um Norðfra og vøruúrval á www.nordfra.com

Vegna leiðsluna í Norðfra

Leif Høj & Kaj Otto Frederiksberg

Harleyfacadeacryl