Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiskt stýrt miðla hús

John William Joensen

Nú hevur nógv verið skrivað um føroyska miðla marknaðin nú Dimma gav upp anda. Hugsjónarliga er miðlahúsið beinleiðis stýrt av Javnaðarflokkinum og hava vit ferð eftir ferð upplivað hvussu politisku oddagreinarnar hava beinleiðis verið negativar og kanska óreinar tá talan hevur verið um at gera almennar íløgur uttan fyri høvuðsstaðin. Ábyrgdarblaðstjórin hevur fleiriferðir mælt løgtinginum til at viðgera sokallaðar dubultfunktiónir við tí einoygda málinum at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús, fyri at nevna eitt týðandi mál.

Nú hevur nógv verið skrivað um føroyska miðla marknaðin nú Dimma gav upp anda. Hugsjónarliga er miðlahúsið beinleiðis stýrt av Javnaðarflokkinum og hava vit ferð eftir ferð upplivað hvussu politisku oddagreinarnar hava beinleiðis verið negativar og kanska óreinar tá talan hevur verið um at gera almennar íløgur uttan fyri høvuðsstaðin. Ábyrgdarblaðstjórin hevur fleiriferðir mælt løgtinginum til at viðgera sokallaðar dubultfunktiónir við tí einoygda málinum at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús, fyri at nevna eitt týðandi mál.

Fyri kortum gav blaðstjórin á Sosialinum – borgarstjóranum í Havn viðhald í at høvuðsstaðurin ”ongan góðan” átti í politisku skipanini. Hetta samstundis sum tað almenna komandi árini brúkar hundratals milliónir sum allar fella niður í grannalagnum hjá miðlahúsinum. ”Fleiri pol­it­ik­ar­ar síggja tað sum eina dygd at vera í­móti Havn­ini – og síggja eina æru í at draga stovn­ar úr Havn­ini og út á bygd. Hetta »bragd« hava fleiri gjørt…….Og í lands­stýr­i­num í dag sita eis­ini fleiri, sum pon­ten­t­i­elt vilja draga skatt­a­krón­ur úr høv­uðs­tað­num – bara tað er til okkurt úti á bygd….

….Soleiðis kunnu vit gita, at í­løg­ur helst fara at verða gjørd­ar í veg­a­kervi í Eysturoy,… Klaks­vík­ar Sjúkr­a­hús verð­ur tik­ið fram um lands­sjúkr­a­hús­ið, og Tekn­iski Skúli í Klaks­vík fram um skúla­dep­il í Markn­a­gili, og vit fara ó­iva næstu dag­ar­nar at síggja eitt elju­stríð mill­um sam­gong­u­pol­i­ti­k­ar­ar um skatta­k­­rón­ur, sum skulu dragast hig­ar og hað­ar…..
…. Hetta er eitt løgið fyribrigdi, vit hava. Ofta tykist tað sum um, at end­a­málið er, at tað skal vera líka keð­i­ligt í Havn sum onkra aðra­staðni í landinum…..
… Høvdu vit nóg mikið av pengum, so kundu vit havt fleiri kraftsentur í land­i­num. Men tað hava vit ikki. … …. Borg­arstjórin, Heðin Mortensen, hevur grein í sín­um máli, tá hann lýsir illviljan mill­um lands­pol­it­ika­rar mót­veg­is høv­uðs­stað­num. Hesin ill­vilji kost­ar nógv­ar milli­ónir – og hann er ein stór hóttan móti væl­ferðar­sam­fel­agn­um…..

Miðlahúsið sum er einasta stóra privat miðlafyritøka í landinum í løtuni, hevur annars eina sera dugnaliga leiðslu sum hevur flutt og tillaga seg so hon í dag er ein stór og sera fjøltátta fyritøka – men hugsjónarliga støðutakanin í Javnaðarflokkinum og í miðøkinum er sera óheppin og trupul at skilja.

Ein av stóru undirstreymunum í samband við ógvusligu øsingina um tunnilsmálið, er at í dag búgva 40% av føroyingum í høvuðsstaðnum og fyri hesi hava íløgur i skúlar og undirstøðikervið kring landið ikki tann stóra áhuga: “Tað sum ein ikki sær verður ikki hugsa so nógv um”. 
Tí er tað umráðandi at vit hava fleiri miðlar – eisini uttan fyri miðøkið – og helst skuldu vit eisini fingið fleiri aðrar prentaðar miðlar aftur á marknaðin.

So er spurningurin um tað almenna skal spæla meira við men tað hava vit her á Norðlýsinum ongantíð mælt til – tí í grundini spennir tað almenna alt ov vítt í dag og vit áttu tí heldur lagt á annan bógv og fingið privatisera størri part av almennu fyritøkunum, sum í dag fyri størsta partin verða stýrdar úr miðøkinum.