Undirritaðu fakfeløg stuðla Grafiska Yrkisfelagnum, Miðlafelagnum og S&K Felagnum í stríðnum fyri limir teirra, ið hava starvast á Dimmalætting.
Undirritaðu fakfeløg stuðla Grafiska Yrkisfelagnum, Miðlafelagnum og S&K Felagnum í stríðnum fyri limir teirra, ið hava starvast á Dimmalætting.
Vit hava stóra virðing fyri tí arbeiði, starvsfólkið á Dimmalætting hevur avrikað fólki og fólkaræðinum at frama.
Fólk hava ikki skyldu at møta til arbeiðis, tá ið hvørki løn ella eftirløn verður goldin, tað er sjálvsagt.
Grundleggjandi og sáttmálatryggjað rættindi skulu haldast og virðast. Starvsfólk eiga sum eina sjálvfylgju at verða virðiliga viðfarin av sínum arbeiðsgevara.
At lønarkrøv teirra skulu flytast til Trygdargrunnin, so ovasta leiðslan sleppur undan teimum, samstundis sum sama leiðsla ætlar at blaðið skal halda fram í øðrum hami, er burturvið.
Dimma er ikki Dimma uttan hesi starvsfólk, ið við sínum fakliga førningi og samvitskufult hava lagt sína sál og arbeiðsorku í starvið.
Vit veita fakfeløgunum og limum tess okkara fulla stuðul í stríðnum.
Akademikarafelag Føroya
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Fysioterapeutfelag Føroya
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Handverkarafelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Lærarafelag
Føroya Tekniska Lærarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Heilsurøktarafelagið
Landsfelag Handverkaranna
Leikarafelag Føroya
Ljósmøðrafelag Føroya
Maskinmeistarafelagið
Musikklærarafelag Føroya
Starvsfólkafelagið í Bank Nordik
Starvsmannafelagið




