Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Pauli ger størstu framstigini

Jákup Ósá

Á “assist” talvuni hevur Hans Pauli Samuelsen gjørt risafet uppeftir seinastu tveir dystirnar.

Hans Pauli Samuelsen hevur lagt upp til ikki færri enn 6 mál hesar báðar seinastu dystirnar móti ÍF og NSÍ. Tað ger, at hann við sínum 12 uppleggum nú nærkast Hjalgrím Elttør, men framvegis er vegurin upp til Christian Mouritsen langur. Hans Pauli er leikarin, sum seinastu tíðina hevur gjørt tey klárt størstu framstigini á listanum. Fær hann fleiri slíkar dystir afturat, so fer hann av álvara at nærkast toppinum.

“Assist” topp 15 listin sær nú soeliðis út:

Christian Mouritsen 17

Hjalgrím Elttør 14

Hans Pauli Samuelsen 12

Símun Samuelsen 10

Tór Ingar Akselsen 9

Gert Hansen 9

Páll A. Klettskarð 8

Ari Ellingsgaard 8

Árni Frederiksberg 7

Høgni Madsen 7

Niels Pauli B. Danielsen 6

Klæmint A. Olsen 6

Jann Martin Mortensen 6

Adeshina Lawal 6

Súni Olsen 6