Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott KÍ avrik rakk ikki til stig

Jákup Ósá

KÍ gjørdi tey flestu tingini røtt, men kreppurakta liðið stóð framvegis eftir við ongum, tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð.

Spyr ein Mikkjal Thomassen, nær hansara lið hevur skapt minst av opnum mál møguleikum á heimavølli í ár, so er ikki óhugsandi, at hann svarar móti KÍ. Ein fríspark úr 35 metrum, eitt langt skot úr 18-20 metrum og ein hornasparks roynd, sum bleiv bjargað á strikuni. Tað var tað sum eitt formsterkt B36 lið skapti móti liðinum, sum letur flest mál inn í Effodeildini. Og í seinasta enda skuldi tað vísa seg at vera nokk til at vinna dystin.

Gott taktiskt trekk

KÍ venjarin Eyðun Klakstein hevði gjørt sítt heimarbeið til hendan dystin. Liðið legði á annan bógv og stóð nógv longri afturi, enn vit vanliga síggja KÍ. Nógvar broytingar vóru eisini gjørdar til dystin, har Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Henry Heinesen og Kristoffur Jakobsen komu inn fyri Jóhan Jacobsen, Sørmund Kalsø(skaddur), Heðin Klakstein og Ísak Simonsen. Og teir flest av hesum nýggju leikarunum komu sera væl frá uppgávuni. Sum heild hekk KÍ liðið nógv betri saman í verjupartinum enn vit hava sæð leingi og sum fráleið komu eisini mál møguleikar til KÍ. Tann størsta í dystinum fekk Páll A. Klettskarð í fyrra hálvleiki, tá hann gjørdist púra einsamallur eftir, at Hørður Askham misti bóltin. Men Tórður Thomsen bjargaði væl. Í aðrari støðu skuldi Álvur Christiansen fingið meira burturúr.

Effektivt B36 lið

0-0 støðan helt sær fyrsta tíman. Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri, har kanska KÍ í størri mun søkti at málinum og tað kom ikki heilt óvart á, at Álvur Christiansen legði KÍ á odda í 62. minutti. At KÍ ikki dugur at koma á odda sást aftur hesaferð, tí beint eftir málið fekk B36 sína bestu løtu í dystinum og fingu eisini 2 mál burturúr. Súni Olsen smekkaði fríspark í málið frá 35 metrum og løtu seinnu skoraði Rasmus Dan Sørensen uppá gott langskot. Eitt korter var eftir at spæla, tá B36 kom framum og kanska størsta vónbrotið fyri teir bláu var, at KÍ ikki megnaði at gera skapa stórvegis seinastu løtuna, har B36 koyrdi sigurin trygt heim.

KÍ kann brúka avrikið

Sum heild kann sigast, at KÍ útfrá dystargongdini hevði uppiborið stig hendan dystin. Verjukenda uppleggið virkaði til fulnar og B36 skapti sjáldsama lítið. Hugburðurin hjá teimum bláu var góður og menn sum Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten og Henry Heinesen komu allir inn í uppstillingina og gjørdu stóran mun, har tað eydnaðist væl at pakka B36 profilarnar – sum eitt nú Lukasz Cieslewicz – inn. Hetta var helst truplasti dysturin, sum KÍ hevði eftir hetta kappingarárið og nú er so spurningurin, um TB tekur av møguleikanum at koma uppum niðurflytingarstrikuna. B36 vísti, at teir eru eitt gott boð uppá eitt lið, ið fer avstað við Europa League plássi. Tí hóast teir ikki raktu ein av sínum bestu døgum, so fingu teir 3 stig.