Tað gekk væl hjá føroyingunum í Trondheim í dag, tá europa meistara kappingin í Kettlebells var.
Óluva Simonsen er tvífaldur europameistari. Hon vann kappingarnar 10 min. LC 16 kg og 5 min. LC 16 kg. Umframt at ogna sær GPP 2 rank.
Sonni Eliassen er europa meistari í 5 min. Snatch 24 kg og CMS rank.
Henny Heinesen er europa meistari í LC 16 kg í 10 min. og nr. 2 í LC 5 min. 20 kg.
Mia við Staksá er europa meistari í LC 5 min. 20 kg og nr. 2 í LC 10 min. 16 kg umframt at hon fekk SP1 rank.
Myndirnar eru frá fullpower, har hesi fýra hava havt sínar venjingar undir leiðslu av venjaranum Svein Rógva Nielsen Ljósstein.




