Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MÍTTLAND í Danmark

Danial Viðoy

Leygardagin verður hin stóri føroyski konsertdagurin í Keypmannahavn á Amager Strand. Tað er sjómaðurin Gudmundur Djurhuus, ið er høvdið og tankin handan “MÍTTLAND”. Norðlýsið hevur prátað við Gudmund um komandi leygardag, har oman fyri túsund føroyingar fara hugna sær og m.a. syngja fosturlandssangir. – Ja, ein føroyskur tjóðardagur í danska høvuðsstaðnum.

Leygardagin verður hin stóri føroyski konsertdagurin í Keypmannahavn á Amager Strand. Tað er sjómaðurin Gudmundur Djurhuus, ið er høvdið og tankin handan “MÍTTLAND”. Norðlýsið hevur prátað við Gudmund um komandi leygardag, har oman fyri túsund føroyingar fara hugna sær og m.a. syngja fosturlandssangir. – Ja, ein føroyskur tjóðardagur í danska høvuðsstaðnum.

Gudmundur Djurhuus hevur farna mánaðan rokast við Christian í Grótinum. Hóast hetta, hevur hann skipað fyri stóra konsertdegnum; men við góðari hjálp, bæði á sjógvi og á landi, fortelur hann.

Fekk luft undir veingirnar frá Magna Arge

Hvaðani stavar hugskotið og nær byrjaðu tit/tú at rigga til? spyrja vit á Norðlýsinum.

– Eg havi havt tað í huganum í eitt ár nú, byrjar Gudmundur Djurhuus.

Tað er munur á tanka og gerð, og til tíðir er eisini langt í millum hesi fyribrigdi. Hugskotið hjá Gudmundi krevur nógv og tað er hann eisini greiður yvir.

– Tað er bara tað, at skalt tú hava eitt føroyskt tiltak í Danmark við føroyskum luttakarum, ja so skulu teir førast niður; og tað er ikki bíligt.

– Í marsmánað var eg ein túr í Írlandi og hugdi eftir landsdystinum ímillum Írland og Føroyar, har konan Evi Tausen skuldi syngja føroyska tjóðsangin. Har kom eg í prát við Magna Arge, stjóra í Atlantic Airways. Eg orðaði hugskotið fyri honum og hugskotið fekk bleyta lending. Vit komu skjótt ásamt um, at her kundi okkurt gerast, fortelur ein ágrýtin fyrireikari í telefonini.

– Sjálvur Magni Arge hevur eisini gingið við einum slíkum tanka og tí gjørdist hann skjótt blíður og fyrikomandi. Magni Arge lovaði tí mær – um konseptið gjørdist nóg gott og lokkandi – at Atlantic Airways skuldi stuðla tiltakinum við at fáa tónleikararnar niður til Keypmannahavn fyri ein sámuligan og livandi prís.

– Síðani byrjaðu fyrireikingarnar av álvara, tí nú var tann tyngsti steinurin lyftur. – Tað er í roynd og veru føroyska flogfelagnum at takka, at hetta tiltakið letur seg gera. Tað eru eini 45 luttakarar, sum skulu flúgvast niður til Danmarkar.

Vit kunnu siga, at hugskotið fekk luft undir veingirnar, eftir prátið við Magna Arge.

Miðlahúsið ein dyggur stuðul – nógvir viðleikarar

– Miðlahúsið hevur eisini verið ein góður og dyggur stuðul hjá okkum. Umframt at hava lýst og skrivað um tiltakið undan stóra degnum, verða tey eisini við á sjálvum degnum. Arbeiðsfólk úr Miðlshúsinum koma helst at senda livandi myndir frá “MÍTTLAND”.

Tað hava verið nógvir viðleikarar og stuðlar í sambandi við komandi leygardag.

– Gissur Patursson hevur verið okkara mediamaður úteftir, Hans Fróði Hansen hevur staðið fyri logo o.ø. líknandi og Birgir Kruse hevur staðið fyri tí skrivliga, greiður ein vælnøgdur høvuðsfyrireikari frá.

Føroyahúsið sjálvsagt við

Umframt mat og drekka á sjálvum konsertøkinum økinum, verður góður matur og drekka at fáa í Føroyahúsinum.

– Føroyahúsið hevur verið fyri føroyskar útisetar í Keypmannahavn í mannaminni og sjálvandi skal hetta serstaka húsið fáa okkurt burturúr, nú ein føroyskur festivalur er í Keypmannahavn. Og tað er nevndin í Føroyahúsinum sera væl nøgd við. Í Føroyahúsinum verður bæði Føroya Bjór og Okkara at fáa.

Føroyskir básar

Onkrir føroyskir básar verða á konsertøkinum við Amagerstrand.

– Har verða m.a. Bank Nordik, Sirri og Føroya Tele og hini minnist eg ikki í núverandi løtu, tíanverri.

Tónleikabólkarnir víst tiltakinum vælvild

– Tað hevur verið hugaligt at riggað hendan dagin til, tí umframt tær góðu treytirnar, vit hava fingið frá Atlantic Airways, hava føroysku tónleikabólkarnir verið lagaligir og fyrikomandi, sigur Gudmundur Djurhuus.

– Bólkarnir hava ikki tikið so nógv fyri, sum teir vanliga plaga. Teir hava verið blíðari enn vanligt. Tað skulu bólkarnir og einstaklingarnir hava stóra tøkk fyri. Skuldu øll havt eina rúgvu av peningi fyri at framført, hevði konsertdagurin neyvan blivið til nakað, ivast Gudmundur í.

Temasang til MÍTTLAND

Tað verða helst fleiri kendir føroyskir sangir at hoyra leygardagin. Føroyskir sangir við einum dámi av fosturlandskærleika og heimlongsli. Temasangurin hjá MÍTT LAND er ein gamal kenningur.

– Eg hugsaði beinanvegin tá ið tankarnir um konsertdagin fingu skap, at ein sangur burdi verði gjørdur í sambandi við tiltakið. Ein eyðkennissangur. Eg hugsaði at fáa ein góðan tónasmið at gera ein nýggjan sang.

– Í hesi tanka-tilgongdini kom eg til hugs um, at tað er ein sangur, ið júst eitur “Mítt Land.” Hann snýr seg eisini um fosturlandskærleika, ið konsertdagurin fer at bera brá av: at alt er so gott í heimlandinum. Tá ið føroyingar eru uttanlanda, gerast teir so heimkærir og kanska enn betri við sítt heimland.

– Eg ringdi til Eyðun Nolsøe og fortaldi honum um hugskotið. Hann var næstan farin í gongd við hesa verkætlanina, áðrenn eg hevði lagt hornið á. – Eg haldi so avgjørt at hendan nýggja útgávan av sanginum “Mítt Land” riggar væl. Hans Poulsen hevur ljóðblandað og framleitt av nýggjum.

Hvussu við roknskapinum?

Tá ið stór tiltøk verða fyriskipað, er altíð forvitinisligt at kanna eftir, hvussu til stendur við roknskapinum. Hjá “MÍTTLAND” stendur væl til, sigur Gudmundur Djurhuus bjartskygdur á málinum.

– Dagurin er komin upp at standa lutfalsliga bíliga og við teimum túsund atgongumerkjunum, sum longu eru seldar, verður javnvágur í roknskapinum. Ja! selja vit nakrar afturat, leypur av til komandi “MÍTTLAND”, sum ætlanin eisini er.

– Um tað riggar í ár, so fara vit heilt víst at royna aftur komandi ár. Komandi ár ætla vit at hava eitt heilt vikuskiftið. Vit taka tað í stigum og so fáa vit at síggja, endar Gudmundur Djurhuus, sum kemur niður til Keypmannahavnar í dag at fyrireika tað síðsta.