Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireikað MÍTTLAND úti á makrelfeltinum

Danial Viðoy

MÍTTLAND: Gudmundur Djurhuus er høvuðsfyrireikarari av stóra konsertdegnum. Fyri einum mánaða síðani fekk hann kjans við Christian í Grótinum og tað kundi hann ikki siga nei til. So hendan seinasta mánaðan hevur hann fyrireika umfatandi konsert í Keypmannahavn úti á makrelfeltinum.

Verðin gerst minni og minni; tað er Gudmundur Djurhuus eitt dømi um. Tað elektroniska samskiftið ger, at nógv arbeiði kunnu gerast hvar sum helst. – Dugur man at gera avtalur, er eingin trupulleiki at stíla fyri einum stórum tiltaki, hóast man er til skips, sigur Gudmundur Djurhuus.

Hvussu hevur tað riggað, at fyrireika ein konsertdag og verið á makrelfeltinum ímeðan? spyrja vit Gudmund.

– Nú eri akkurát heimkomin. Um borð havi eg havt góðar menn og kvinnur afturat mær, so tað hevur ikki verið tann stóri trupulleikin.

– Men av tí at eg fór til sjós, havi eg ikki blanda meg so nógv upp í, sum eg hevði ætlanir um og hevði ynskt mær. Men eg havi havt nógv góð fólk afturat mær á landi, ið hava átikið sær ábyrgd.

– Tað hevði sjálvsagt verið lættari at verði á landi og fyrireika MÍTTLAND, men hetta ber eisini til, fortelur ein væl nøgdur høvuðsfyrireikari, sum í dag kemur niður til Keypmannahavnar at rigga tað síðsta til.