Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein triðingur av arbeiðsføra mannfólkinum rindar ikki skatt á Sandi

John William Joensen

Borgarstjórin í Sands Kommunu staðfestir at tað er ein stór avbjóðing tá ein triðingur av arbeiðsføra mannfólkinum rindar ikki skatt til kommununa, tí teir eru undir útlendskari skattaskipan hóast teir brúka allar tænastur sum aðrir borgarar í kommununi.

Skattainntøkan hjá Sands Kommunu er fallandi og borgarstjórin, Brandur Sandoy, sigur at ein orsøk er at alsamt fleiri av væl útbúnum borgarum eru farnir at arbeiða í Norra og hóast teir framvegis búgva í Føroyum og brúka tær tænastur sum kommunan veitir so rinda teir ikki skatt til kommunukassan.

Hjá okkum er talan um einar 30 til 40 mans sum hava høgar inntøkur og svarar hetta also til ein góðan triðing av arbeiðsføra mannfólkinum í kommununi sum altso sleppur undan at rinda skatt.

Skatta inntøkan hjá Sands Kommunu er góðar 12 mió. Kr. men útrokningar vísa at hon átti at verið 14 til 15 mió. Kr. og tað er greitt at hetta er ikki nøktandi.

Tí er umráðandi at landsmyndugleikarnir fáa gjørt okkurt við hetta álvarsmál soleiðis at borgarar í kommum verða líkastillaðir, sigur borgarstjórin í Sands Kommunu.