Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AB í Effodeildini 2014

Jákup Ósá

Gott AB avrik bjargaði Effodeildar fótbólti 2014: AB vísti í kvøld, at liðið er alt ov gott til at flyta niður í 1.deild við at vinna á oddaliðinum HB í einum undirhaldandi dysti á Argjum.

(Greining av endaligu AB bjargingini) AB vísti í kvøld, at liðið er alt ov gott til at flyta niður í 1.deild við at vinna á oddaliðinum HB í einum undirhaldandi dysti á Argjum.

Nógvir áskoðarar vóru til dystin á Argjum, har bæði liðini høvdu nógv at spæla fyri. HB spældi við somu manning, sum vann 4-0 móti EB/Streymi sunnudagin, meðan Mikkjal Hentze avloysti Rógva Poulsen hjá AB, har Sorin Anghel síðani fór út á vinstra vong, meðan Mikkjal spældi sum tann fremsti sentralt á miðvøllinum.

Sámal Erik hevði lisið uppá

Sámal Erik Hentze hevði valt eitt meira varisligt útgangsstøðið enn vit ofta síggja frá AB. Skilt á tann hátt, at AB loyvdi HB at spæla á egnari hálvu. Síðani spældi heimaliðið skjótt frameftir við fáum sendingum í skjóta umstillingsspælinum. Hetta riggaði væl,tí HB spældi ikki serliga hóttandi, men mest uppá tvørs og aftureftir. Millum AB viðhaldsfólkini merkti ein, at Ahmed Keita ikki var serliga nógv avhildin – helst útfrá avrikinum fyrr í ár – men hann svaraði kritikkinum aftur hendan dystin. Hóast tað er lætt at síggja, at drúgvi skaðin í fjør hevur havt stóra ávirkan m.a. á hansara skjótleika, so dugur hann framvegis at spæla fótbólt. Hann var við í tí mesta hjá AB og ein hóttan allan dystin. Fyrsta málið skeyt hann sjálvur eftir trunkaspæl umvegis langt innkast frá Dion Splidt. Beint áðrenn hálvleik økti Dion Splidt við brotssparki, eftir at HB leikari hevði trýst niður á ryggin á AB leikara í brotssteiginum. Hóast HB leikararnir vóru ónøgdir, so sá hetta út til at vera rætt dømt.

Í seinna hálvleiki fór HB at spæla meira hóttandi, men framvegis stóð AB liðið væl í verjustøðu, hóast trýstir langt aftur. HB fekk eitt mál í 66. min., tá Fróði Benjaminsen legði inn til Andrew av Fløtum, sum var tryggur. Bæði liðini høvdu skot á stengurnar seinasta partin av dystinum, men AB helt út og vann 3 stig, sum helst bjargaði liðinum endaliga framhaldandi tilveru í Effodeildini.

Nógvir spældu væl hjá AB

Skal takast samanum, so var talan um ein av betru fótbóltsdystunum í Effodeildini í ár. Bæði liðini vildu spæla fótbólt og vinna dystin, men gjørdu tað bara uppá hvør sín máta. Tað bleiv eisini lagt nógv fyri og mál møguleikar vóru til fleiri enn tey 3 málini. Samlað sæð, so góvu teir á AB liðinum seg nakað meir fyri at vinna og tað lønaði seg. Sentralt eftir vøllinum var AB liðið væl fyri. Símun Rógvi Hansen vísti tryggleika og høgt støðið í málinum. Frammanfyri honum spældu Morten Overgaard og Rói Danielsen. Morten var framúr sum so ofta í ár, meðan Rói eisini spældi væl burtursæð frá 1-2 førum, har hann ikki rakti bóltin. Á sentrala miðvøllinum lógu royndu Kári Nielsen og Dmitrije Jankovic og var tað ein fragd at síggja, hvussu teir taklaðu hendan dystin við sínum royndum. Tá HB minkaði um munin til 2-1 og nógv tíð var eftir, so høvdu fleiri lið mist tamarhaldið á dystinum. Tað hava vit sæð við KÍ fleiri ferðir móti HB í ár. Men soleiðis var ikki hjá AB, har serliga Kári og Dmitrije gingu undan og hildu høvdið kalt. Teir tóku ikki mongu túrarnir frameftir, men tað var ikki brúk fyri tí hendan dystin. Tí til álopspartin hevði AB Dion Splidt og Ahmed Keita. Hóast Dion at síggja til í spæliháttinum ikki sær út sum tann kvikasti og mest eleganti vongurin í deildini, so fær hann ótrúliga nógv burturúr, roynist væl og hevur gjørt risa framstig í hesum kappingarárinum. Og fremst dugdi Keita at halda uppá bóltin, tá tað var neyðugt og hótta HB málið, tá tað var neyðugt. Stórt rós til AB, sum vendi einari sera hóttandi niðurflyting eftir 11 umførum og 2 stigum. Liðið spælir skilagott, leggur stóran innsats fyri dagin og spælir sum ein eind.