Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hendingaríkt vikuskifti í Klaksvík, tunnilsdagin 28. September

Tíðindaskriv

Leygardagin 28 september er aftur tunnilsdagur og ókeypis er at koyra ígjøgnum norðoyatunnilin. Í tí sambandi, verður nógv gjørt burturúr í Klaksvík.

Leygardagin 28 september er aftur tunnilsdagur og ókeypis er at koyra ígjøgnum norðoyatunnilin. Í tí sambandi, verður nógv gjørt burturúr í Klaksvík. Handlarnir hava nógv góð tilboð og eitt serstakt mentunarkvøld verður á skánni í hølunum hjá Club 700 á Klaksvíksvegi 22. Tað er har sum Barok og Fortuna hava verið áður. Fugfirðingurin Jógvan Joensen syngur nøkur løg og Jóan Magnus Magnusson fer at lesa nakrar av sínum yrkingum upp og sýna málningar fram.
Tiltakið er ókeypis, og byrjar kl. 20:00. Seinni á kvøldið bjóða náttarstøðini í Klaksvík øllum at vera vælkomnum út at hugna sær. Ein kann fara í roykstovuna, Club 700 ella maverick.