Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

5 ár síðani Lehmann Brothers

Banknordik

-Gongdin á fíggjarmarknaðinum seinasta mánaðin. Ein av ímyndunum av fíggjarkreppuni eru starvsfólkini í Lehmann Brothers, sum komu út úr stóra høvuðsbygningum í New York við pappeskju undir arminum full av persónligum lutum, tí íløgubankin var farin av knóranum. Í september í ár eru 5 ár liðin síðani húsagangin.

Gongdin á fíggjarmarknaðinum seinasta mánaðin


Ein av ímyndunum av fíggjarkreppuni eru starvsfólkini í Lehmann Brothers, sum komu út úr stóra høvuðsbygningum í New York við pappeskju undir arminum full av persónligum lutum, tí íløgubankin var farin av knóranum. Í september í ár eru 5 ár liðin síðani húsagangin.
Nógv órógv hevur verið á fíggjarmarknaðinum síðani Lehmann Brothers. Fyrst fingu vit fíggjarkreppu og seinni eina ógvusliga skuldarkreppu, sum hevur haft stóra ávirkan á heimsbúskapin.

Gongdin á partabrævamarknaðinum endurspeglar ikki altíð gongdina í heimsbúskapinum. Ofta verður sagt, at partabrævamarknaðurin gevur ábending um búskaparvøkstur áðrenn hann veruliga sæst aftur í heimsbúskapinum. Nevnast kann, at vísitalið S&P 500 er hækkað við 153%, MSCI Asia-Pacific við 99% og Euro-Stoxx er hækkað við 62% síðani botnin á partabrævamarknaðinum í mars í 2009.

Fleiri hendingar seinasta mánaðin hava ávirkað virðisbrævamarknaðin neiligt, m.a. óttin fyri kríggi í Sýria, óvissa um týska valið og mánaðarligi rentufundurin í USA, tann 18. september.
Eftir avtalu við ST um, at Sýria skuldi avhenda øll teirra kemisku vápn, valdi USA ikki at leypa á Sýria. Angela Merkel vann aftur týska valið. Tíanverri fyri samgonguna fekk stuðulsflokkurin hjá Merkel ikki nóg nógvar atkvøðir, so hon noyðist at skipa nýggja samgongu.

Fyri at skunda undir vøksturin í Amerika, keypir miðbankin lánsbrøv hvønn mánaða fyri USD 85 mia. Greinarar høvdu væntað, at upphæddin fór at lækka eftir rentufundin í september, men marknaðurin varð stórliga tikin á bóli, tí upphæddin lækkaði ikki, og miðbankin vildi heldur ikki siga nær, keypini fóru at lækka. Úrslitið sást beinavegin á US-dollarinum, sum lækkaði frá 5,59 til 5,51. Millum grundgevingarnar at halda keypa á USD 85 mia. var m.a. seinasta arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin, ið var verri enn væntað. Eisini eru lánsbrævarenturnar í Amerika hækkaðar seinastu tíðina, og miðbankin óttast fyri at hækkandi rentuútreiðslur fara at ávirka nýtsluna neiligt.

Komandi tíðina kunnu væntast broytingar á fartelefonmarknaðinum. Microsoft hevur fyri stuttum keypt fartelefondeildina hjá Nokia fyri EUR 5,44 mia. Nokia og Microsoft hava í fleiri ár samstarva um fartelefonir uttan nøktandi úrslit. Hetta er tí møguliga síðsta royndin hjá Microsoft at fáa ein nøktandi marknaðarlut á fartelefonmarknaðinum. Apple hevði eitt væleydnað søluátak av nýggju Iphone 5s. Heilar 9 mió. fartelefonir vóru seldar fyrsta vikuskiftið. Til samanberingar vóru 5 mió. Iphon5 seldar fyrsta vikuskiftið. Orsakað stórt undirskot boðaði Blackberry frá, at 3. hvørt starvsfólk fór at verða sagt úr starvi. Blackberry hevur eisini gjørt avtalu við kanadiska tryggingarfelagið, Fairfax Financial Holding, um at keypa partabrøvini í felagnum og avtakað tað av keypsskálanum.

Arnfinnur Gudjónsson, bólkaleiðari á íløgudeildini í BankNordik, heldur framvegis at útlitini fyri vøkstri í heimsbúskapinum eru jalig. Hóast langtíðarútlitini eru góð, koma vit at vera fyri sveiggjum á vegnum. Samráðingarnar millum amerikonsku politikkararnar um fíggjarlógina og skuldarloftið væntast at ávirkað virðisbrævamarknaðin. Komandi tveir mánaðirnar verða eisini merktir av roknskapum frá 3. Ársfjórðing.