Landskappingin í hondbólti byrjar um vikuskiftið.
Fyrsti landskappingardysturin í hondbóltskappingini verður í Kollafirði leygarkvøldið, har Team Klaksvík vitjar.
Leygardagin er fyrsti dysturin í Atlantic Airways kappingini, har greipuvinnararnir úr KÍF taka ímóti Team Klaksvík. KÍF hevur havt eina ávísa útskifting í mun til í fjør, men er framvegis eitt lið, sum tey flestu væntað nógv av í ár. Team Klaksvík hevur eisini havt eina avísa útskifting við m.a. nýggjum venjara, málverja og skjútta. Vit frætta úr Team Klaksvík hópinum, at allir mans eru tøkir til dystin burtursæð frá Zarko Pejovic, sum ikki verður klárur fyrr enn í fyrsta lagi til 2. umfar um eina góða viku.
Dysturin í Kollafirði byrjar kl. 18.00 í morgin og dómarar vera Eyðun Samuelsen og Heri Petersen.




